Niels Pauli B. Danielsen skoraði avgerandi brotssparkið ogsendi harvið favorittarnir úr HB út úr steypakappingini.
HB vinnur heldur ikki steypakappingina í ár. Liðið við stórusteypahagtølunum hevur ikki verið í steypafinaluni í nógv ár. Og tað verðurheldur ikki í ár. Tí EB/Streymur, steypaliðið av øllum, reisti seg og vann uppábrotssparkskapping. M.a. høvdu føroyameistararnir gravað Egil á Bø fram afturog nú má EB/Streymur metast sum favorittur í steypakappingini.
Niels Pauli avgjørdi
Tað var klaksvíkingurin Niels Pauli B. Danielsen, ið skoraðiavgerandi málið í brotssparkskappingini. Hann var fegin, tá Kringvarpið hittihann eftir dystin.
– – Tað var lættari at skjóta, tá HB leikarin hevði brentáðrenn. Eg haldi, at eg var púra kaldurí dag, tá eg skuldi skjóta. Allir okkara skjúttar eru ísakaldir, tá teir skutu.Menninir stríddust væl og tað var ein javnur og góður dystur, ið kundi farabáðar vegir. Har vóru stórir møguleikar báðar vegir. Hugburðurin hjá okkum var góður.So tað er bara spurningur um tíð, áðrenn tað fer at ganga betri. Vónandi føravit hetta víðari yvir í steypakappingina, segði Niels Pauli eftir dystin.
Liðini í lutakastinum í steypakappingini vera EB/Streymur,NSÍ, Víkingur og KÍ.




