Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bókaútgáva – Úrmælingur í 20. øld

Tíðindaskriv

Bókaútgáva verður í Skúlanum við Ósánna, Kristi himmalsferðardag – 9. mai kl.15.00.

Bókaútgáva verður í Skúlanum við Ósánna, Kristi himmalsferðardag – 9. mai kl.15.00.

Tað er bókin “Úrmælingur í 20. øld – Óla Jákup millum Garðarnar”, sum Líggjas í Bø hevur skrivað, ið verður løgd fram og ummæld av Jóannes Hansen.

Nógvar áhugaverdar myndir og eisini tekningar frá Rúkkulakkanum, sum oftani hevði umrøður av Óla Jákupi, eru við í bókini. Eisini eru áhugaverdar lýsingar av hesum framfýsna og eldhugaða manni, sum hevði so nógv uppá hjarta.

Tað sigst, at um Rukkulakkin okkurt árið ikki hevði tekningar ella viðmerkingar um Óla Jákup, var lagið ringt á honum.

Skáin sær soleiðis út:

Steinbjørn O. Jacobsen, bjóðar vælkomin

Klaksvíkar Hornorkestur spælir nøkur løg.

Steinbjørn O. Jacobsen, hugleiðir um abban, Óla Jákup Jacobsen

Felagssangur

Jóannes Hansen, lærari, ummælir bókina

Líggjas í Bø, rithøvundur, hevur nakrar hugleiðingar í sambandi við bókina

Felagssangur

Aftaná verður boðin ein kaffimunnur, har eisini ber til at ogna sær bókina og fáa hana signeraða.

Úr frásøgnini um Grótbrotið við Ánavegin:

Grótbrotið var, beint oman fyri koyrivegin, sum gongur norður í Ánir og Strond, og har kundi sjálvandi eingin koma framvið, meðan sprongt varð. Hann hevði reist eina høga flaggstong, og tá ið klárt var at spreingja, dró hann eitt reytt flagg upp, og dró tað so niður aftur, tá ið skotið var gingið av.

Hetta vistu øll, og fólk lagaðu seg eftir tí.

Føðingardagur

Ein dagin var reyða flaggið vundið í húnar hátt frá morgunstundini. Ánafólk og strandafólk, sum ætlaðu sær inn til Býggjar, settu seg at bíða, til aftur var frítt at fara.

Men flaggið bleiv hangandi. Tey hugsaðu, at Óla Jákup mundi hava onkrar trupulleikar við at festa í, ella hvat tað nú kundi vera. Fólk vóru lagalig tá tí tíðini. Øll vistu, at okkurt óvanligt kann altíð uppí.

Dagurin leið, og so fóru tey sjálvandi at hugsa, at her var ikki rætt fatt. Endin var, at nøkur Ánafólk mannaðu seg upp og nærkaðust varliga grótbrotinum. Óla Jákup fekst við at bora, og hann varnaðist einki, fyrr enn tey vóru komin tætt til hansara.

Tað hoyrdist ikki mannamál fyri kompressaranum. Tey peikaðu upp á flaggið og sóu eitt sindur spyrjandi út. Hann svaraði:

”zTað er tí, at Rasmus hevur føðingardag í dag!“