Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Virða hálvfinalurnar ov lítið

Jákup Ósá

Kritikkur: Tað er nokk einans í Føroyum, at so lítil virðingverður víst fyri hálvfinalunum í steypakappingini í mansfótbólti. Báðir dystirnir spælast samatíðspunkt og har 70 dagar og ein opin flytingargluggi er millum báðarhálvfinalurnar.

 

Um tríggjar vikur vera fyrru hálvfinalurnar í steypakappinginií fótbólti. Á pappírinum sær út til at vit fara at fáa tvær sera spennandihálvfinalur. KÍ og EB/Streymur spæla í aðrari, har EB/Streymur hevur siðvenjunaog royndirnar, men har KÍ hevur víst munandi betri avrik enn sundalagsmenn ílandskappingini. Síðani hava vit eina eysturoyar uppgerð, har Víkingur og NSÍsum oftast geva áskoðarunum stórt undirhald, tá hesi liðini møtast. At síggjatil eisini ein sera spennandi dystur, har Víkingur kanska er lítil favoritturvegna royndirnar.

 

Manglandi virðing ella lítið gjøgnum tonkt?

Men ímóti øllum vanligum mannagongdum uttanlanda, so virðirman ikki hálvfinalurnar fyri tað, ið tær eiga at blíva virdar her í Føroyum. Tí báðar hálvfinalurnar skulu spælast sama dag og helst sama tíðspunkt. Vit hava hugt eftir øllum steypakappingunum í stóru londunum í Europa umframtøðrum kappingum. Í Onglandi, Spania, Italia, Týskland, Italia og Danmark verðurspælt tveir ymiskar dagar og tað sama er galdandi í Champions League.

Har leggur man stórt fokus á dystirnar við at seta hesarymiskar dagar. Við hesum fáa báðar hálvfinalurnar fult fokus frá m.a. miðlunumog eisini kann hugsast, at nógv fleiri áskoðarar komið til hesar dystirnar íFøroyum, um allir føroyingar fingu møguleikan at koma til dystirnar.Fótbólturin hevði verið vinnarin – umframt pengakassin hjá feløgunum sjálvandi- og vit høvdu helst fingið 4 dagar við tí besta frá føroyskum fótbólti í bestuársins tíð at spæla fótbólt í. Niðurstøðan fær ikki verið onnur enn tann, atfótbólturin er taparin við at kroysta hesar 4 hálvfinalurnar til at liggja samatíðspunkt. At flyta antin umfarið áðrenn ella aftaná ein dag frá upprunaleikdegnum eigur ikki at vera nakar trupulleiki, tí hetta er vanligt í øðrumlondum og krevur einki.

Leiðslurnar í feløgunum eru neyvan heldur uttan ábyrgd avhesum. Tí tey vera vanliga spurd áðrenn leikdagarnir vera lagdir og tí hava teygóðtikið hendan leistin, ið vit eisini fingu upplýst áðrenn jól frá FSF.

 

70 dagar ímillum

Longu tá kappingin kom út áðrenn jól fýltist Norðlýsið á, athálvfinalurnar í steypakappingini lógu sera løgið. At hava 70 dagar – ella meirenn tveir mánaðir – ímillum tvær hálvfinalur tykist púra hol í høvdið og uttannakran vanligan logikk. Eisini hetta er púra óvanligt í øðrum londum. Orsøkinskal sum skilst finnast í, at seinna hálvfinalan skal liggja tætt uppatfinaluni. Har umframt er ein opin flytingargluggi ímillum hálvfinalurnar og taðer eisini óheppið, at lið fáa møguleikan at styrkja seg til seinna og avgerandidystin, hóast hetta er líka fyri øll feløgini.

 

Niðurstøðan

Niðurstøðan av øllum hesum er, at FSF í løtuni dugur ov illaat skapa optimalar karmar til hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið.Hetta er spell, tí taparin er fótbólturin. Ístaðin fyri at fáa topp karmar ogfullsett áskoðarapláss í einari spennandi steypatíð kring 2-3 vikur, ið vitsíggja alla aðrastaðni, so fáa vit tvær hálvfinalur, har dystirnir ikki fáa taðfokus, ið teir hava uppiborið og har steypafeburin ikki fær umstøður at koma ítopp, tí so langt er ímillum báðar dystirnar. Umframt ein opin flytingargluggi,ið kann hava stóra ávirkan á úrslitini. Samanlagt gevur hetta ein botn karakter,sum liðini – sum í hesum føri eru KÍ, EB/Streymur, Víkingur og NSÍ – ikki havauppiborið!