Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úrmælingur í 20. øld”

Dávur Winther

Áhugaverd bókaútgáva um úrmælingin í 20. øld – Óla Jákup millum Garðarnar, verður í Skúlanum við Ósánna Kristi í dag himmalsferðardag 9. mai kl.15.00

Áhugaverd bókaútgáva um úrmælingin í 20. øld – Óla Jákup millum Garðarnar, verður í Skúlanum við Ósánna Kristi í dag himmalsferðardag 9. mai kl.15.00

Tað er bókin “Úrmælingur í 20. øld – Óla Jákup millum Garðarnar”, sum Líggjas í Bø hevur skrivað, ið verður løgd fram og ummæld av Jóannesi Hansen, studentaskúlalærara.

Nógvar áhugaverdar myndir eru í bókini og eisini tekningar frá Rúkkulakkanum, sum ofta hevði umrøður av Óla Jákupi. Eisini eru áhugaverdar lýsingar av hesum framfýsna og eldhugaða manni, sum hevði so nógv uppá hjarta.

Skáin sær soleiðis út:
Steinbjørn O. Jacobsen, bjóðar vælkomin
Klaksvíkar hornorkestur spælir nøkur løg.
Steinbjørn O. Jacobsen, hugleiðir um abban, Óla Jákup Jacobsen
Jóannes Hansen, lærari, ummælir bókina
Líggjas í Bø, rithøvundur, hevur nakrar hugleiðingar í sambandi við bókina
Felagssangur

Aftaná verður boðin ein kaffimunnur, har eisini ber til at ogna sær bókina og fáa hana signeraða.