Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forvitnislig fimleikaframsýning

Oliver Joensen

Hósdagin skipaði Klaksvíkar Fimleikafelag fyri forkunnugari fimleikaframsýning. Katrin Jacbsen, formaður í felagnum sigur, at hetta er fyrstu ferð at Fimleikafelagið roynir hetta, og tað er ikki óhugsandi at tað verður gjørt aftur.

Forvitnislig fimleikaframsýning

Hósdagin skipaði Klaksvíkar Fimleikafelag fyri forkunnugari fimleikaframsýning. Katrin Jacbsen, formaður í felagnum sigur, at hetta er fyrstu ferð at Fimleikafelagið roynir hetta, og tað er ikki óhugsandi at tað verður gjørt aftur.

Felagið hevur tradionelt havt eina árliga framsýning, og tað hevur verið framsýningin í samband við at fimleikurin gevst fyri veturin.

Klaksvíkar Fimleikafelag er komið eitt stig longur nú, og hevur luttkið í FM kappingum, tí var avgjørt at geva eliteliðunum hjá felagnum at hava eina framsýning nú.

Katrin Jacobsen sigur, at hetta í veruleikanum var ein roynd. Vit høvdu ikki hóming av hvussu nógv fólk vit fingu í høllina at hyggja at fimleikinum, um tey blivu 50 ella 1000. Men tað royndist bara væl, um 200 atgongumerki vóru seld, og tað gav eitt fitt íkast til raksturin av felagnum, so vit mugu siga, at vit vóru væl nøgd við framsýningina.

18 fimleikarar vístu kynstur síni, ein og ein, fyrst vóru tað gentur á bita, síðani dreingir á bar, eisini høvdu vit “foreldur og børn fimleikin” við og at enda vóru tað gentur úr 1. flokki á gólvi og dreingir og síðani lop.

Framsýningin eydnaðist sum sagt væl og sum skilst vóru eisini áskoðararnir væl nøgdir.

Klaksvíkar Fimleikafelag hevur longt sáttmálan við Medi, venjaran, ið eisini hevur verið hjá felagnum í vetur.