Danska orkestrið, Copenhagen Brass, hevur í hesum døgum verið á konsertferð í Føroyum. Teir høvdu í dag eina frálíka konsert í Fuglafirði – Fleiri teirra hava verið í Føroyum i ymiskum samanhangi fyrr.
Danska orkestrið, Copenhagen Brass, hevur í hesum døgum verið á konsertferð í Føroyum. Teir høvdu í dag eina frálíka konsert í Fuglafirði – Fleiri teirra hava verið í Føroyum i ymiskum samanhangi fyrr.
Dirigenturin er Mogens Andresen, sum er professari á Kongaliga Musikkonservatorinum, hevur skrivað okkurt av tónleikinum, tey spæla og útsett sumt av tí tey spæla – talan er um 12 blásarar umframt slagverk.
Skráin spennir víða m.a. En fantasirejse til Færøerne av Carl Nielsen og annað eldri av m.ø. Handel, Bach, Brahms og Lumbye, sum dirigenturin hevur latið í nýggjan búna.
Tónleikarnir hava allir útbúgving frá Konservatorinum. Ein frálík konsert á sera høgum tónleikaligum støði, bæði í tónleikavali, men ikki minst í framførslu. Ære vi små, så ære vi rakst, rann mær í hug, so nógv rungaði eftir í, at talan kundi verið um munandi fleiri tónleikarar, enn bert teir 12.
Til tað eina stykkið, sat navnframi sjónleikarin og tónleikarin, Hilmar Jan Hansen við urguna. Konsertin var hugtakandi – áhugavert at hoyra slíkan tónleik í eini so ljóðgóðari lítlari kirkju í Føroyum.
Sum sagt hava fleiri av tónleikarunum verið í Føroyum i ymiskum samanhangi fyrr og onkur teirra skuldi aftur til Klaksvíkar at spæla seint í juni í ár.
Dirigenturin Mogens Andresen, hevði verið í Fuglafirði fyri 35 árum síðani til eina líknandi konsert og búið hann tá hjá Frits Johannesen, so teir høvdu nógv góð minnir at samtala um eftir konsertina.
Hetta var triðja og seinasta konsertin hjá Copenhagen Brass á Føroyaferðini í hesum umfari – í Fuglafjarðar kirkju í dag.




