(Dystarfrásøgn) Tað var fyrst og fremst takkað verið einum framúrskarandiSímun Samuelsen, at HB vann 3-0 sigur á TB í dag. Hann revsaði TB í avgerandi løtunum.
Í dag var gamli klassikarin á skránni í Gundadali millum HBog TB. HB kundi leggja seg 7 stig á odda og tá hevur einki lið fyrr umgingið atvunnið FM, ið hevur ligið so greitt á odda eftir 9 umførum. TB hevði ikki taptí 6 dystum, so spennandi var at síggja, um teir eisini kundu geva oddaliðinummótstøðu.
TB spældi – HB skoraði
Dysturin var ikki meir enn byrjaður, so sendi FróðiBenjaminsen góða avlevering afturum unga høgra bakkin hjá TB Teit Olsen. Harfór Símun Samuelsen avstað og hann fann Andrew av Fløtum, ið skoraði trygt.Løtu seinni var sama uppskrift, har Símun bleiv spældur leysur aftanfyri TBverjuna og púra ósjálvsøkið sendi hann yvirum til Christian Mouritsen, ið baraskuldi trilla bóltin í tóma málið. TB spældi munandi meira álopssinnað enn vitofta hava sæð teir á útivølli. Í fyrra hálvleiki hevði TB bóltin væl meira ennHB og møguleikar vóru eisini til staðar. M.a. endaði bólturin á stongina einu ferðina og eisini bargaði HB leikari á strikuni, men HB hevði eisini sínar møguleikaruppá skjótálop. Ein kundi siga, at TB í stóran mun leikliga sat á dystinum og skapti fott av vandastøðum, men HB skapti teir størru møguleikarnar.
Sama myndin í seinna hálvleiki
Í seinna hálvleiki var sama mynd. TB hevði kanska bóltinmeira, men so fór Símun aftur avstað og hesaferð gjørdi hann aftur sum í fyrra hálvleiki við atsenda yvirum til Christian Mouritsen. Hesin valdi heldur ikki at skjóta, spældiaftur til Símun, ið aftur spældi yvirum til Kristin Mouritsen, og so kundi hanntrilla í tóma málið. Eitt mál har Símun saman við Mouritsen brøðrunum totalt útspældi TB verjuna og málverjan. Eftir hetta høvdu liðini bæði stórar møguleikar og tað varfaktisk ótrúligt at bara 3 mál komu hendan dystin, tí nógvir møguleikar vórubáðar vegir.
Símun á muni
Dysturin endaði 3-0 til HB. Um tað var rættvíst úrslit kannvera trupult at meta um. Tí TB átti avgjørt sín heiður í undirhaldandi dystinumog skapti fleiri vandastøður enn tey flestu liðini gera móti HB í Gundadali.Men TB liðið er neyvan heilt ment enn til at mynda og vinna so truplar útidystir. Ungi TeiturOlsen hevði stórar trupulleikar á høgra bakki við Símuni Samuelsen, ið varheilt stóri leikarin, og eftir umleið hálvum tíma valdi Hans Fróði at setaBabacar Ndior á høgra bakk og so koyra Teit inn í miðverjuna. Hetta hjálptinakað, men HB kom eisini til nógvar stórar møguleikar eftir hetta. TB liðiðkendi seg snýtt fyri brotsspark við støðuni 2-0 í fyrra hálvleiki, men dómarin floytaði ikki. Íseinna hálvleiki skulu TB leikararnir vera glaðir fyri, at teir sluppu atfullføra dystin við 11 leikarum, tá Babacar Ndiour steðgaði HB álopið viðhondini við vilja. Tá átti hann heilt klárt sítt seinna gula kort. Sum heildein undirhaldandi dystur, har TB kanska heldur óvæntað var liðið, sum myndaðidystin. Men HB hevur einstaklingarnar og meðan summir leikarar sum eitt núFróði Benjaminsen og Heini Vatnsdal ikki vóru eins eyðsýndir sum vanligt, menframvegis fyltu nógv upp á miðvøllinum, so skaraði Símun Samuelsen framúr ogvar í stóran mun munurin á liðinum í undirhaldandi dystinum í dag.
Mynd: Álvur Haraldsen




