Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lægri renta og møguleiki fyri realkreditláni í Norðoya Sparikassa

Tíðindaskriv

Lægsta rentan á 1. veðrætti til bústaðir lækkar við 1%-stigi frá 5,25% til 4,25%, og nú fer sparikassin eisini at bjóða realkredittlán.

Lægsta rentan á 1. veðrætti til bústaðir lækkar við 1%-stigi frá 5,25% til 4,25%, og nú fer sparikassin eisini at bjóða realkredittlán.

Allir kundar, sum hava bústaðarlán við 1. veðrætti, fáa ágóðan av, at sparikassin lækkar rentuna. Eftir rentulækkingina er lægsta bústaðarrentan 4,25% fyri fígging upp til 75% av bústaðarvirðinum, tó í mesta lagi 1,2 mió.kr. Allir fyrimunir, sum eru avtalaðir frammanundan, t.d. møguleikar fyri skáum og broytingum í lánsgjøldum, verða óbroyttir.

Alt hetta verður gjørt, uttan at kundin nýtist at rætta hond frá síðu.

Higartil hevur ikki verið møguleiki fyri realkreditláni í Norðoya Sparikassa. Nú hevur sparikassin undirskrivað samstarvsavtalu við DLR Kredit í Dammark um at bjóða realkredittfígging til føroyskar bústaðir. Ætlanin er, at møguleiki skal vera fyri hesum 1. september, og seinni verður meiri kunnað um hetta.

Sparikassin hevur higartil bara veitt vanlig bústaðarlán. Nýggja samstarvið ber við sær, at tað fer at bera til hjá kundanum at velja millum fleiri møguleikar. Tað verður sjálvandi kundanum til fyrimunar.

Í hesum sambandi lækkar rentan á flest øllum innlánum við upp til 0,6%-stig.

Broyttu høvuðsrentustigini verða lýst á heimasíðu sparikassans www.ns.fo.

Rentulækkingin stendst av broytingum á føroyska og danska fíggjarmarknaðinum og fær gildi frá 15. juni 2013.

NORÐOYA SPARIKASSI

Klaksvík, hin 14. mai 2013