Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politistar hava venjing í at koyra útrykning

John William Joensen

Jón Klein Olsen, politikommiserur, at Politiið hevur loyvi undir serligum umstøðum at koyra skjótari enn ferðslulógin ásetur og tí hava poitistar venjing í koyring við nógvari ferð.

Jón Klein Olsen, politikommiserur, at Politiið hevur loyvi undir serligum umstøðum at koyra skjótari enn ferðslulógin ásetur og tí hava poitistar venjing í koyring við nógvari ferð.

Fyri kortum royndi ferðslupolitiið at steðga einari motorsúklu sum koyrdi við nógvari fer í Klaksvík. At politibilurin í hesum sambandi koyrdi við nógvari ferð í bygdum øki er ikki farið óátala afturvið borðinum í sosialu miðlunum sum eitt nú á Facebook.

(TRÝST HER: BORGARAR Á GOSI)

Men Jón Klein Olsen, politikommiserur, sigur at politistarnir tóku neyðug atlit og góðust at elta motorsúkluna.

– Málið byrjar við at teir máldu motorsúkluna at koyra ov skjótt í Norðoyatunnlinum. Síðani varð roynt at steðga motorsúkluni, men tá tað ikki eyðnast fóru politistarnir við fullum ljósum at elta motorsúkluna og í slíkum føri er koyringin hjá politistunum munandi tryggari enn hjá motorsúkluni. Umframt at politibilurin hevur full ljós og sirenur hava politistarnir venjing í slíkari koyring og vita hvat teir skullu hyggja eftir og hvussu teir skullu koyra. Harafturat er tað eisini upp til politistarnar at meta um hvat neyðugt er at gera og at enda var avgjørt at gevast við at elta motorsúkluna. Politibilurin er útgjørdur við video upptøkutólum og tí er alt sera væl dokumentera og hesar upptøkurnar verða eisini brúktar móti ákærda manninum.

Harleyfacadeacryl