Hon lovaði ilt tá Føroyar ásettu sær sína egnu Sildakvotu og nú gjøgnum førir hon sínar ætlanir – Jarnkvinnan úr Grikkalandi
Hon lovaði ilt tá Føroyar ásettu sær sína egnu Sildakvotu og nú gjøgnum førir hon sínar ætlanir – Jarnkvinnan úr Grikkalandi
Maria Damanaki, sum síðan 2010 hevur verið ES kommiserur í fiskivinnumálum er ein sera virdur politikari og politiskir eygleiðarar lýsa hana sum ein treiskan politikara sum ofta fær sín vilja. Beinanvegin hon tók við evsta valdinum í evropeisku fiskivinnuni tosaði hon harðliga ímóti stóru kapital áhugamálunum, sum hon heldur hava beinleiðis ábyrgd av ovurfisking á heimshøvunum. Eitt tað fyrsta hon gjørdi var at banna matstovum á ES háborgini í Bruxell at borðreiða við fiskasløgum sum vóru fyri ovurfisking. Hon var skelka av at ES tingfólk og embætisfólk, sum dagliga stríðast við avleiðingar av ovurfisking, ikki blunkaðu við at fylla vombina við hóttum fiskasløgum.
Maria Damanaki er 59 ára gomul útbúgvin verkfrøðingur og brennur fyri radikalum reformum sum grundleggjandi skullu broyta fiskiskapin á heimshøvuðunum. Hóast hon er kend fyri at vera vinarlig og løtt at samskifta við, so víkir hon ikki av vegnum fyri einum politiskum bardaga og týska blaði Cicero skrivar at hon trívist best har sum bardagi er.
Hon er fødd á oynni Kreta og var sum ung sera virkin á uttasta vinstravonginum. Tá Grikkaland í 70unum var undir hernaðarstýri varð hon fongsla. Saman við øðrum tók hon ræði á eini útvarpsstøð og sendu út áheitanir um uppreistur móti hernaðarstýrinum og í eftirfylgjandi fangaskapi var hon fyri píning. Seinri bleiv hon vald griska parlamenti umboðandi sosialistaflokkin og hevur síðani verið sera virkin í politikki. At hon er ein málrættaður politikari er lítil ivi um tí embætisfólk sum hon helt høvdu ov tætt samband við kapitaláhugamál í fiskivinnuni syrgdi hon fyri at flyta úr fiskivinnuráðnum í Bruxell.
Stendur fyri umfatand broytingum
Som kommiserur hevur hon sett sær sum mál at steðga ovurfisking fyrst og fremst í ES.
Sjálv sigur Maria Damanaki at fiskivinnu politikkurin hjá ES var ikki eitt øki, sum hon sjálv hevði valt at umsitið, men heilt ókend er hon ikki við vinnuna tí hon var ein stóranpart av ungdómsárunum á Kreta.
– Tá eg kom í fiskivinnuráðið sá eg at kapitaláhugamálini høvdu stóra ávirkan. Alt ov ofta var arbeitt við stuttskygdum loysnum og serliga nógv varð lurta eftir stórkapitalinum. Milliardir vóru brúktar til at byggja ein stóran fiskivinnuflota samstundis sum tilfeingi er minkandi. Síðani 1995 er samlaði ES fiskiskapurin minkaður 8 milliónir tons – ikki orsaka av lógarverki, men av minkandi fiskastovnum. Tí setti eg mær fyri at neyðugt er við varðandi reformum og vit eru væl á veg at rætta kósina.
Vit mugu náa málinum ikki einans fyri at styrkja stovnar sum tosk, sild og makrel men vit hava eisni ábyrgd av 400.000 arbeiðsplássum og milliardum í søluvirði og umleið 3 milliardum krónunum sum verða veittar vinnuni í stuðli.
Leiðslurnar i teimum vinnuvirkjum sum hava umsitið fiskiríkidømi í heimshøvuðunum eru líka eirindaleysar sum vit í Grikkalandi hava uppliva leiðsurnar í privatu bankunum sum hava umsitið okkara penga tilfeingi.
Skulu vit náa okkara málum at fáa eina burðadygga fiskivinnu, so eru vit noydd at verða eirindaleys móti politikarum og embætisfólki sum einans verja kapitaláhugamálini hjá vinnuni.
Á fyrstu fundunum við vinnuna legði eg til merkis at eingin umboðaði útróðrarmennirnar og fiskimannin sum hava sínar røtur í lokalum fiskivinnu økjum og hetta fekk eg beinanvegin rætta.
Í 2011 løgdu vit so fyrsta uppskotið til ein nýggjan fiskivinnupolitikk og síðani hava vit arbeitt miðvíst fyri at vinna politiska undirtøku og tað sær út til at bera á mál.
Framtíðar fiskivinnupolitikkur má byggja á vísindaliga ráðgeving og avbjóðingin er ógvuslig tí í dag siga metingar at 25% av tí sum fiska verður verður tveitt aftur í havið tí fiskurin ikki líkur krøvini í galdandi lóggávu.
Frá 2014 ferð nýggi fiskivinnupolitikkurin at virka og so kemur øll veiðan til høldar.
Í dag skrivar Maria Damanaki soleiðis um fiskivinnupolitikkin hjá Landsstýrinum:
“Eg eri sera óttafull um tað kós sum føroyingar hava sett við áhaldandi at stuðla undir fiskiskap sum ikki er burðardyggur. Føroyska støðan víkir frá allari vísundaligari ráðgeving samstundis sum fiskimenn í ES eru fyri stórum skerjingum upp til 26% seinasta árið. Føroyingar hava samstundis hækka sína egnu kvotu 145%”, skrivar ES kommiserurin Maria Damanaki.
Í seinastu viku sendi hon landsstýrinum bræv har hon kveistraði áheitan um fleiri samráðingar til viks og kravdi at føroyingar bakkaðu aftur til útgangsstøði ella verða tiltøk sett í verk 1. august.




