– Tað, sum tit hava gjørt, er sjálv sálin í átakinum Í Menniskjum Góður Tokki! Við hesum orðunum handaði Annlis Bjarkhamar í hjálparfelagsskapinum, Í Menniskjum Góður Tokki, Lions Klubbanum í Suðuroy eina heiðursgávu í kvøld.
– Tað, sum tit hava gjørt, er sjálv sálin í átakinum Í Menniskjum Góður Tokki! Við hesum orðunum handaði Annlis Bjarkhamar í hjálparfelagsskapinum, Í Menniskjum Góður Tokki, Lions Klubbanum í Suðuroy eina heiðursgávu í kvøld. Gávan er tøkk og viðurkenning av stuðulin, átakið hevur fingið frá Lions í Suðuroy. Klubburin hevur stuðlað felagsskapinum hvørt ár, og í fjør læt Lions í Suðuroy heilar 100.000 krónur í hjálp til hart fyrispentar familjur í Føroyum. – Hetta er nógv størsta gáva, vit hava fingið, segði Annlis Bjarkhamar. Hetta er samstundis størsta gáva, Lions klubburin í Suðuroy hevur latið. – Tit hava sjálvboðin og ósjálvsøkin avrikað eitt stórt arbeiði og tað, tit hava gjørt, er sjálv sálin í átakinum Í Menniskjum Góður Tokki. Tit hava rætt onkrum, sum hevur tørv á tí, eina hjálpandi hond, onkrum, tit als ikki kenna, bara tí tit vilja hjálpa. – Vit kunnu vera stolt av at búgva í einum landi, har fólkið hevur so stóra umsorgan fyri hvørjum øðrum, sigur Annlis Bjarkhamar. Hjálparfelagsskapurin Í Menniskjum Góður Tokki hevur gjørt av at heiðra Lions Klubbanum í Suðuroy við eini heiðursgávu, sum er ein eingil úr Mikkalinuglasi. Og tað er ikki av tilvild, at gávan er ein eingil. – Ein eingil er ein boðberi um tað góða í okkum menniskjum, og hann er ein boðberi um tað heilt ótrúliga stóra arbeiðið, tit hava lagt í at savna pening saman til Í Menniskjum Góður Tokki. Á myndini er tað Annlis Bjarkhamar, ið handar Martini í Nesi, forseta í Lions Klubbanum í Suðuroy, heiðursgávuna. Leggjast kann afturat, at næsta verkætlanin hjá Lions í Suðuroy, er ein fløga, sum kemur út í næstum, har Lions limir syngja sangir, bæði vælkendar og minni kendar. Talan er um sangir, sum onkusvegna hava tilknýti til Suðuroy, antin tí ein suðuroyingur hevur yrkt, ella tí ein suðuroyingur hevur týtt.




