Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlastaffettin 2013 verður í morginári

John W. Joensen

Í morginári kl. 10.00 -12.00 skipar Treysti fyri “Skúlastaffettin 2013” á fótbóltsvøllinum í Klaksvík. Hetta er staffett fyri allar næmingar í fólkaskúlanum. Teir skúlar íð luttaka hesuferð eru Skúlin á Ziskatrøð, Skúlin við Ósánna, Skúlin á Fossánesi og Viðareiðis Skúli. 

Staffettin er skipað á tann hátt, at 3 gentur og 3 dreingir eru á hvørjum liði, og tey skulu renna 200m hvør. Á onkrum liði er samansetingin tó annarleiðis, tí býtið millum gentur og dreingir í flokkinum ger tað.

Á vøllinum verður ein rundbreyt á 200m gjørd millum 16-metrarnar. Startur og mál vera frammanfyri skýlið, har sita allir næmingar, sum bíða til teirra rennitúrur er.

1. flokkur kappast fyri seg, 2. flokkur fyri seg osv. upp til 9. flokk. Tað verða ikki bert næmingarnir, sum skulu renna, tí lærararnir sleppa eisini at royna seg og eru eini 6-7 lærararlið tilmeldaði. 

Samanlagt eru tað 469 rennarar tilmeldaðir á 73 liðum, so talan er um sera góða undirtøku. Tildømis í 1. flokki eru 8 lið tilmeldað, í 2. flokki eru 11 lið tilmeldaði og 5. flokki 10 lið.

Klaksvíkar Kommuna stuðlar við frukt til øll, vatn verður eisini at fá og vinnandi liði í hvørjum floksstigi vinnur ein kassa av SISU frá Føroya Bjór.

– Hetta er ein roynd hjá okkum, at fáa børn at royna seg í renning, og staffettrenning er eitt sera gott “amboð” til tess. Hugskotið havi eg fingið úr Norra, har tey í ár hava hildið 20 ára jubileum við skúlastaffet, og í ár hava nærum 100.000 næmingar í 6.-9. flokk luttikið, sigur ein spentur Guttorm Sørensen frá Treysti.