Fyri mong er hæddarpunkti á Norðoyastevnuni Miðnáttarsamkoman í Vágstúni. Í ár verður tað Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmalætting sum ferð at flyta fram røðu.
Fyri mong er hæddarpunkti á Norðoyastevnuni Miðnáttarsamkoman í Vágstúni. Í ár verður tað Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmalætting sum ferð at flyta fram røðu.
Norðoyastevnuskráin verður í serliga Norðoyastevnublaðnum sum kemur út mikudagin, men longu nú frættist frá NFÍ at talan verður um eina spennandi Norðoyastevnu sum í ár eisini umfatar Truckarafestivalin.
Tá tosað verður um Norðoyastevnu verður altíð spurt um hvør ferð at røða á Miðnáttarsamkomuni Norðoystevnuaftan og í Vágstúni Norðoyastevnudag og sambært NFÍ verður tað blaðstjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen, sum ferða at røða eftir at skótar hava gingið kyndlagongu í Vágstún.
Norðoyastevnudag verður tað so Óla Jákup Joensen, skúlastjóri, í flytur fram røðu í Vágstúni eftir at skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri, skótum, ítróttarfólki, er komin heim úr Klaksvíksgarðinum.
Meira um Norðoyastevnuskránna í blaðnum mikudagin




