Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvar eru okkara lobbyistar í ES?

Norðlýsið

Vinnulívsmaðurin og viðmerkjarin, Frímund Hansen, skrivar í samband við orðaskifti um hóttandi handilstiltøk úr ES at nú er ikki at hava kálvahjarta!

Vinnulívsmaðurin og viðmerkjarin, Frímund Hansen, skrivar í samband við orðaskifti um hóttandi handilstiltøk úr ES at nú er ikki at hava kálvahjarta!

Hóttanirnar úr ES kunnu tykjast ógvusligar og álvarsamar. Men vit hava verið í líknandi støðu áður. Tað varð viðvíkjandi dumping av laksi. Tá vóru tað eisini skotar sum vóru upphavi til tiltøkini. Munurin er bert tann at tá varð skjutsi vent móti okkum og norðmonnum. Í hesum føri eru norðmenn í parti við skotum og sita í bakhond og løða og (laða).

Men tað sum egentliga hendir er at ES skýtur seg sjálvt í fótin. Eins og seinast við laksinum varð tað foredlingsindustiðin í ES hetta gongur út yvir. Teir hava nógv meiri brúk fyri okkara fiski heldur enn at verja skotar, sum faktist bara grenja í ES.

Men hvar eru okkara lobbyistar. Biði um fund við tysku og polsku arbeiðsgevarafeløgini og greiði teimun frá støðuni. So skulu tit skjótt síggja at skotsk sjónarmið verða feiða av borðinum.

LES EISINI: SKOTAR FEGNAST UM HANDILSBANN MÓTI FØROYUM