Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Krista Mørkøre í Berlin

John William Joensen

Krista Mørkøre luttekur nú um dagarnar í stóru Týsku meistarastevnuni sum verður hildin hvørt ár í Berlin. Tað eru heili 47 lond sum luttaka, og Føroyar hevur einans Kristu sum umboðar sítt land á hesum sinni.

Krista Mørkøre luttekur nú um dagarnar í stóru Týsku meistarastevnuni sum verður hildin hvørt ár í Berlin. Tað eru heili 47 lond sum luttaka, og Føroyar hevur einans Kristu sum umboðar sítt land á hesum sinni.

Krista royndi at koma við til OL í London 2012, men var sera stutt frá kravtíðini. Eftir hetta hevur hon strítt seg uppaftur, og hevur nú prógva tveir teir fyrstu dagarnar at svimja bestu tíðir aftur. Hon svimur nú ímillum tey bestu, og er komin í ein sterkari bólk sum merkir at krøvini gerast harðari. Krista svam fyrsta dagin 50 fríð og náddi eitt fjórða pláss. Næsta dagin svam hon seg til eina bronsu í 50 firvald, og tók heili 6 sekund av síni bestu tíð. Í 100 frí fekk hon eitt fjórða pláss, og tók 3,5 sekund av síni bestu tíð. Hon er sjálv sera væl nøgd við úrslitini higartil, tí nú vísir tað seg at ganga rætta vegin aftur, eftir at tíðirnar hava staði í stað eina tíð.

Krista hevur tveir dagar eftir, og júst henda kappingin vísir hvar hon liggur í forhold til hini úti í heimi, og hetta hevur givi henni mót uppá framtíðina, og nú er málsetningurin settur av nýggjum, tað er OL í Rio 2016.

Berlin tann 24.05.13