(Dystarfrásøgn) KÍ hevði ikki ein av sínum bestu døgum, men fekk tryggjað særjavnleikin, ið ger at KÍ framvegis er fremst í kappingini um 2. plássið íEffodeildini.
Dysturin í Klaksvík endaði við javnleiki 1-1 og tað vóruserliga NSÍ leikararnir væl nøgdir við, hóast teir kundu stjolið sigurin mótiendanum.
Hjá KÍ byrjaðu Kristoffur Jakobsen og Ivan Joensen inni ímuntil seinast, tá Ísak Simonsen og Jóhan Jacobsen byrjaðu. NSÍ spældi við 4-4-1-1leikskipan, har Jann Martin Mortensen lá undir liðuni á Klæmint A. Olsen.
NSÍ betri
Fyrsta hálva tíman sat NSÍ á dystinum, meðan KÍ ikki fekkspælið at koyra. Tó so, so fekk KÍ tveir stórar møguleikar, men KristoffurJakobsen og Álvur Christiansen raktu ikki málið. Hjá NSÍ vóru fleiri langskot,men heilt vandamikið bleiv tað ikki fyrr enn í 31. minutti, tá NSÍ spældi segvæl ígjøgnum. Árni Frederiksberg skeyt fyrst á stongina og tá bólturin kom útaftur til sama Árna, so kundi hann bara trilla bóltin í tóma málið. KÍ svaraðiaftur beint áðrenn hálvleik, tá Gunnar Christiansen slapp at leggja bóltinframvið Pól Jóhannus Justinussen og frammanfyri málinum stóð ÁlvurChristiansen. 1-1 sum var hálvleiksstøðan.
KÍ trýsti
Meðan KÍ ikki vísti tað stóra í fyrra hálvleiki, so sóu viteitt meira ágangandi KÍ lið í seinna hálvleiki. Leikararnir løgdu meira fyri ogspælið gekk fyri tað mesta fyri seg á NSÍ hálvuni. Men tað var trupult at komatil teir heilt stóru møguleikarnar. Gjøgnum allan dystin sendi KÍ alt ov nógvarlangar bóltar fram, har NSÍ í Pól Jóhannus Justinussen hevur ein tann sterkastaleikaran í luftspælinum. Hann vann eisini mest sum alt í luftini. Ein tannstørsta misnýtta møguleikan í Djúpumýru í ár fekk Páll A. Klettskarð í 65. minutti.Ivan Joensen sendi góðan bólt afturum Einar Tróndargjógv, har ÁlvurChristiansen tamdi bóltin væl og legði inn til Páll A. Klettskarð, sum tveirmetrar frá málinum ikki fekk stýrt bóltinum inn. KÍ vágaði meir og meirframeftir og hetta gav NSÍ eisini nakrar møguleikar. Seinastu løtuna vóru tveirstórir møguleikar uppá kontra og serliga møguleikin til Meinhard E. Olsen íseinasta sekundinum var stórur. Men einki mál kom afturat og sostatt endaði tað1-1.
KÍ framvegis nummar 2
Javnleikurin var sum heild á góðari leið í mun til leikgongdina.NSÍ leikararnir tóktust betri nøgdir við eina stigið og lógu eisini meira íverjustøðu allan seinna hálvleik. KÍ hevði nakrar góðar løtur í seinna hálvleiki,men heilt gott bleiv tað ongantíð. At KÍ ikki vildi vága alt sást eisiniseinastu løtuna, tí til deyðbóltarnar høvdu teir bláu ikki altíð so stóranskund sum tað vildi verið, um liðið vildi vága alt fyri tey 3 stigini. Fyri KÍer tað jaligt, at færri mál fara inn hesar seinastu dystirnar enn fyrr í ár. OddmarMarsten og serliga Jógvan Isaksen spældu ein fínan dyst og tað sama við GunnarChristiansen á høgra bakki. Í miðvøllinum var Ivan Joensen mest eyðsýndur,meðan Álvur Christiansen var við í tí mesta vandamikla frameftir. Javnleikurinhjá KÍ gjørdi, at liðið varðveitti 2. plássið í deildini og tí var javnleikurinneyvan nøkur katastrofa fyri heimaliðið heldur.




