Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Krista stóð seg væl í Berlin

John William Joensen

Die Deutsche meisterschaften í Berlin er av á hesum sinni, og Krista Mørkøre stóð seg væl ímillum hini.

Die Deutsche meisterschaften í Berlin er av á hesum sinni, og Krista Mørkøre stóð seg væl ímillum hini.

Ímillum tey mongu sum vóru komin úr øllum heiminum, hálaði Krista fimm bronsur við sær heimaftur til Føroya. Fýra heiðursmerki fekk hon í ungdómsfinalunum, og tað eina fekk hon ímillum tey vaksnu sum svimja í S10 bólkinum. Bronsuheiðursmerki sum hon fekk í vaksnamannabólkinum var í 400 frí. Hetta var eitt sera gott úrslit fyri hana persónliga, tí hetta sigur henni at hon er við ímillum tey vaksnu longu nú sum 14 ára gomul.

Greinarnar sum Krista svam vóru: 50 frí – 100 frí – 200 frí – 400 – frí – 50 bringa – 100 bringa – 50 firvald.

Krista setti persónlig met í 50 metra hyli í øllum greinum uttan í 50 frí. Berlin 26.05.13