Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv nýggj andlit á landsliðinum

Jákup Ósá

Tá Norðlýsið setti hópin í gjár, vóru 18 av teimum 21 leikarunum rættir. Á miðvøllinum og í álopspartinum vóru allir við. Í verjuni fingu Pól Jóhannus Justinussen og Viljormur Davidsen afturval, meðan Kristian Joensen væl skiljandi heldur skal spæla ein dyst á U21 landsliðinum enn at sita á bonkinum hjá A-landsliðinum. Tað hevur gjørt, at Teitur M. Gestsson er úttikin.


Ein óskiljandi avgerð

Landsliðshópurin tykist sum heild verða væl úttikin ímun til onkrar av undanfarnu hópum, tó at ósemja altíð vil verða um onkrar leikarar. Pól Jóhannus Justinussen spældi ein fínan dyst í dystinum fyri NSÍ í dag, har hann leikti í miðverjuni. Men hann skal neyvan spæla aftur á vinstra bakki á landsliðinum. Tað er tó væl skiljandi, at hann er tikin út, hóast hansara pláss nokk er millum tey seinastu í hópinum. At Jónhard Frederiksberg er úttikin sum eyka høgri bakkur er neyvan heldur heilt av leið, hóast onnur góð boð finnast. Men tað er ein leikari, sum óskiljandi er úttikin. Tað er Viljormur Davidsen. Tað kann ikki uppá nakran máta verjast, at føroyski A-landsliðsvenjarin tekur ein vinstra bakk út, sum seinasta mánaðin hevur sitið fast á bonkinum í næstbestu deildini. Síðani 8. mai hevur Fredericia leikt 4 dystir. Har hevur føroyski leikarin spælt 15 minuttir móti Hobro, ongan minutt móti Hjørring, 21 minuttir móti AB og 21 minuttir móti Brønshøj. Tá so danska kappingin er liðug so merkir hetta, at landsliðsvenjarin tekur ein leikara út, sum kemur við 57 minuttum í beinunum úr næstbestu donsku deildini seinasta mánaðin. Hetta er púra óskiljandi. Tí tað er nokk eingin ivi um, at Viljormur er ein fínur leikari, men tað má vera eitt krav til landsliðsfótbólt, at leikarin fær dystarvenjing og serliga í næstbestu donsku deildini má kravið vera fast spælitíð. Serliga er tað løgið, tá tað í føroysku kappingini finnast góðir vinstra bakkar, sum hvørja viku fáa fulla spælitíð. Tað eru nokk fá, ið skilja hesa avgerðina.


Annars er hópurin soleiðis:

Málverjar :

Gunnar Nielsen, Silkeborg
Hans Jørgensen, HB
Teitur M. Gestsson, HB

Verja :

Ári Mohr Jónsson, Silkeborg
Jóhan Troest Davidsen, HB
Jónhard Fredriksberg, NSÍ
Jónas Tór Næs, Valur
Poul Johannus Justinussen, NSÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, Bryne
Viljormur Davidsen, Fredericia

Miðvøllur :

Heini Vatnsdal, HB
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg
Atli Danielsen, KÍ
Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur
Súni Olsen, B36
Fróði Benjaminsen, HB
Hallur Hansson, AaB

Álop :

Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger
Páll A. Klettskarð, KÍ
Christian R. Mouritsen, HB
Símun Samuelsen, HB