18. juni skipar GjammaLIVE fyri konsert við David Phelps. Ætlanin hevur verið at hava konsertina í Nebo á Toftum, har pláss er fyri umleið 400 áhoyrarum, at sita.
18. juni skipar GjammaLIVE fyri konsert við David Phelps. Ætlanin hevur verið at hava konsertina í Nebo á Toftum, har pláss er fyri umleið 400 áhoyrarum, at sita.
Fyrireikararnir boða nú frá at útselt er í Nebo.
Tey hava tó verið í samráðingum við Kelduna í Skálafirði, um at hýsa konsertina so fleiri sleppa at uppliva David Phelps, saman við orkestri sínum 18. juni.
Pláss er fyri umleið 900 fólkum í Kelduni. Sølan av atgongumerkjum heldur tí fram á heimasíðuni hjá Gjamma.




