Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir ungu verja gamlan sið

Danial Viðoy

Í gjárkvøldið vóru nakrir mans og eitt konufólk á Viðareiði í Oyggjaskorum, sum er eitt fitilendi norðantil á Viðoynni, við veðrum. Garparnir fóru av Garði um sjeytíðina og vóru aftur á Garði á leið klokkan tvey. Ein góður túrur.

Í gjárkvøldið vóru nakrir mans og eitt konufólk á Viðareiði í Oyggjaskorum, sum er eitt fitilendi norðantil á Viðoynni, við veðrum. Garparnir fóru av Garði um sjeytíðina og vóru aftur á Garði á leið klokkan tvey. Ein góður túrur.

Viðingar hava í fleiri áratíggju slept veðrir í bjørgini norðantil á Viðoynni, eins og menn eisini hava gjørt tað aðrastaðni. Líkt er til at hesin siður, at sleppa veðrir í fitilendi, fer at halda fram í nógv áratíggju afturat, ið hvussu er á Viðareiði.

Miðalaldurin á teimum, sum sleppa veðrum í satt Kánansland, er lágur og tað legst afturat við ungum dreingjum, sum vilja sleppa framat. Hetta er einki annað enn ein positiv menning. Umframt teir ungu, sum vóru við í gjár, vantaðu tveir – longu royndir – seytjan ára gamlir bjargamenn, ið ikki kundu koma við vegna arbeiði á ávikavist sjógvi og landi.

Stuttligt er eisini at leggja aftur at, at tveir smápiltar sníktu seg so langt møguligt niðan í dalin, til tess at sleppa við. Men til fánýtis. Teir máttu tungu leiðina omanaftur í bygdina, tí teir vóru heldur ov ungir.

Myndirnar frá túrinum í gjár bera sannan vitnisburð um hetta. Um tit bert hyggja at felagsmyndini, er sjón fyri søgn.

Upp við Garð í gjárkvøldið vóru eisini tríggir av teimum eldru (sí tvær tær fyrstu myndirnar) og líka sum ynskti góðan túr. Hesir hava mangan brattan farið og gleðast teir um, at túrarnir í bjørgini halda fram, hóast teir ikki eru við. – Her við er ikki sagt at hesir “gomlu” ikki orka meira, tað eru knotur í teimum gomlu enn.

Tað er eingin ivi um, at hesir ungu eru við at varðveita føroyskan sið og føroyska mentan. Drívmegin er áhugi, spenningur og ikki minst virðing fyri teimum, sum av fyrstantíð byrjaðu upp á hetta ikki heilt vandaleysa spæl.

So víst er hetta eisini føroysk mentan, ja livandi føroysk mentan.

Harleyfacadeacryl