Jógvan Martin Olsen váttar fyri Norðlýsinum, at hann verðurikki venjari nakrastaðni í 2014.
Í vikuskiftinum sendi Nes Kommuna eitt tíðindaskriv út um,at Jógvan Martin Olsen var settur sum umsjónarmaður á Svangaskarði. Men søgansegði einki um, um hansara venjara framtíð fór at broytast av hesum.
Tekur frí frá fótbóltinum
Tí vendi Norðlýsið sær til høvuðspersónin sjálvan fyri at frætta, um hann gevst sum venjari. Jógvan Martin Olsen váttar yvirfyri Norðlýsinum, at hanntekur frí frá fótbóltinum komandi ár.
– – Eg havi verið í fullum starvi í fótbóltinum ífleiri ár. Eg havi trivist væl í hesum. Tað verið seg í hjá FSF, í NSÍ og íVíkingi, har eg eri partur av einum sunnum felagsskapi. Men eg havi gingið viðeinum persónligum ynski um, at taka frí frá fótbóltinum og hava ein eitt sindurøðrvísi vinkul uppá daglig dagin. Tá so eg fekk starvið sum umsjónarmaður áSvangaskarði, so passaði tað væl inní mínar ætlanir. Eg vil eisini royna hetta,at fara til ein fótbóltsdyst sum vanligur áskoðari. Men hetta skal ikkisíggjast sum eitt farvæl til venjarastarvið. Men í 2014 verið eg ikki venjari ínøkrum felagi ella í nakrari deild, sigur Jógvan Martin Olsen við Norðlýsið.
Hann sigur eisini, at Víkingur fær tilgongd frá SølvaVatnhamar, tá flytingargluggin letur upp aftur og verður hann við restina avárinum. Víkingur hevur sum flest onnur lið eyguni opin, um leikarar skuldu veriðmøguligir at fingið, men í útgangsstøðið er, at Sølvi verður einasta tilgongdiní summar, sigur Jógvan Martin.




