Ongantíð hava ein núverandi og ein fyrrverandi fólkatingsmaður staðið á palli saman á Norðoyastevnu, men tað hendir um vikuskiftið, tá bæði Sjúrður Skaale og Jacob Haugaard teljast millum stuttligu leikararnar í hallarkabarettini í Badmintonhøllini
Ongantíð hava ein núverandi og ein fyrrverandi fólkatingsmaður staðið á palli saman á Norðoyastevnu, men tað hendir um vikuskiftið, tá bæði Sjúrður Skaale og Jacob Haugaard teljast millum stuttligu leikararnar í hallarkabarettini í Badmintonhøllini
Fimta árið á ráð skipar Klaksvíkar Sjónleikarfelag fyri hallarkabarett á Norðoyastevnu, og enn eina ferð er Badmintonhøllin karmur um skemtiligu framførslurnar. Men tað er ikki bara undirhaldið, ið hevur hug at stjala myndina, nú kabarettin hesa ferð hevur fingið navnið, Haugaard Pelagic.
Hetta kemst sjálvandi av, at hálvi tvøramaðurin og fyrrverandi fólkatingsmaðurin, Jacob Haugaard, hevur fingið innivist í kabarettini, sum hevur loftað høvinum og tikið navn eftir honum eisini. Jacob, sum enntá er føddur á Tvøroyri, sat í danska fólkatinginum frá 1994 til 98.
Harumframt kann kabarettin eisini bjóða annan av núverandi føroysku fólkatingsmonnunum, Sjúrð Skaale, sum fyrst sat á fólkatingi í sjey mánaðir í 2008, tá hann var tjóðveldismaður, men í hesum umfari hevur sitið á fólkatingi síðani 2011, nú sum javnaðarmaður.
– Fyri meg er tað eitt stórt upplivilsi at sleppa á pall saman við Sjúrði og teimum, og hetta eru alt sera stuttlig og fitt fólk, so tað kann ikki annað enn spæla væl av. Men serliga stuttligt er at vera saman við Sjúrði, tí við mínum drúgvu fólkatingsroyndum havi eg bæði eitt og annað, eg kann læra hann, sigur Jacob Haugaard, ið serliga er ovfarin av orkuni, Sjúrður megnar at leggja fyri dagin.
Við at vera útselt
Er hálvi tvøramaðurin imponeraður av sínum starvsfeløgum í kabarettini, so er Sjúrður Skaale ikki minni ovfarin av øllum tí, Jacob longu hevur lært hann um fólkatingspolitikk og lívið sum heild. Men okkurt er, sum Skaale-maðurin heldur seg kenna meira til, enn Haugaard ger.
– Nú havi eg sjálvandi tann fyrimun, at eg áður havi staðið á palli saman við einum fyrrverandi løgtingsmanni, Hilmar Jan Hansen, sum tá var sambandsmaður, men síðani sigst hava skift flokk fleiri ferðir, greiðir Sjúrður innlivandi frá.
– Tí eri eg upp á ein máta fyrireikaður uppá, hvat eg kann vænta mær, nú eg eisini havi ein fyrrverandi fólkatingsmann á pallinum. Eisini onkur av hinum, sum eru við, eru fyrrverandi ymiskt, men av tí at vit ikki leggja so stóran dent á fortíðina, men heldur nútíðina, kann eg avdúka, at hetta eru serstakliga stuttlig fólk, ið fjøldin kann gleða seg til at uppliva.
Longu um vikuskiftið var sýningin leygarkvøldið klokkan 21 útseld, men har er so komin ein eykasýning klokkan 18 aftrat. Vit frætta, at tað eisini er við at vera útselt til hinar sýningarnar nú, so fólk mugu gera skjótt av, skulu tey uppliva Haugaard Pelagic.




