Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Showmenn í stórum stíli

Tíðindaskriv

Onkur vildi kanska sagt, at í ár verður Showmannadagur á Norðoyastevnu, og tað er heldur ikki langt av leið, tí leygarkvøldið 1. juni verður forkunnugur dansur í Badmintonhøllini í Klaksvík við helst besta dansiorkestrinum í Føroyum nakrantíð.

Onkur vildi kanska sagt, at í ár verður Showmannadagur á Norðoyastevnu, og tað er heldur ikki langt av leið, tí leygarkvøldið 1. juni verður forkunnugur dansur í Badmintonhøllini í Klaksvík við helst besta dansiorkestrinum í Føroyum nakrantíð.

Showmenn, sum vóru givnir, eru yvirtalaðir til at spæla enn eina ferð til hallardans, og tað gera teir sjálvandi við gleði, nú teir allíkavæl eru við sum tónleikarar í hallarkabarettini, Haugaard Pelagic. Og sum fólk flest eisini minnast, sluppu øll ikki inn, seinast Showmenn spældu til hallardans, so tað ræður um at liggja framvið í góðari tíð hjá teimum, ið ætla sær upp á rútmiska gólvið.

Ikki minst eru Showmenn serliga aktuellir, nú tað er eydnast Jens Marna Hansen at fáa amerikanska bólkin, Bon Jovi, at runda eina konsert hjá sær av. Og tá Jens Marni ikki skal spæla í Parkini fyrr enn um eina góða viku, kemur hann sjálvandi til Klaksvíkar at hita upp.

Tað ger hann saman við hinum snillingunum í bólkinum, sum eru James Olsen á trummum, Kim Hansen á tangentum og Jóhannus á Rógvi Joensen á bassi. Henda kombinatiónum verður ikki tikin, tí teir fýra meistra allan góðan dansitónleik, og so væl spæla teir, at tú ikki hevði hoyrt tað betur frágingið, um talan var um eina reindyrkaða konsert.

Hevur tú hug at síggja og uppliva meira enn myndina av Showmonnum, so er at gera skjótt av og ogna sær eitt atgongumerki til hallardansin leygarkvøldið!