Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Portalurin hjá Føroya Tele til sølu fyri 5 mió. kr.

John William Joensen

Sum skilst er Føroya Tele í samráðingum við áhugaðan keypara sum hevur áhugað í at keypa Portalin. Vælvitandi keldur vilja verða við at Føroya Tele vil hava fimm milliónir krónir fyri portalin

Sum skilst er Føroya Tele í samráðingum við áhugaðan keypara sum hevur áhugað í at keypa Portalin. Vælvitandi keldur vilja verða við at Føroya Tele vil hava fimm milliónir krónir fyri portalin

Jan Mortensen sum hevur ábyrgd av Portalinum sigur at tað er rætt at áhugi er fyri at keypa.

Tá vit valdu at bjóðað út alment tann partin sum er at veita tíðindatilfar til portal.fo fingu vit boð frá fimm pørtum. Eftirfylgjandi hava vit boða hesum fimm boðgevum frá at vit hava fingið eitt konkret tilboð um at keypa portalin og at vit eisini vildu geva øðrum pørtum høvi at bjóða. Vit eru í samráðingum og ein avgerð verður vantandi tikin einaferð í næstu viku.

Sum skilst skal ein ávísur hava boðið Føroya Tele 5 mió. Kr harav ein partur verður fíggjaður við eini avtalu við Føroya Tele. Í øllum føri hava hinir tilboðsgevararnir fingið at vita at sølupprísurin er 5 mió. Kr og at Føroya Tele ynskir at so stórur partur av hesum sum gjørligt verður rinda í reiðum peningi. Men hetta seinasta hevur Jan Mortensen onga viðmerking til.

Harleyfacadeacryl