Norðoyastevnu dystur og ein trupul útidystur hjá oddaliðinumseta yvirskriftirnar undan komandi leikumfarinum í Effodeildini.
NSÍ-TB
NSÍ tykist vera eitt lið í framgongd og missurin av Karl Løkin,sum væntandi skjótt spælir aftur, hevurenn ikki ávirkað stórvegis. Á heimavølli tykjast runavíkingar eisini sterkir.TB er eitt lið, ið ikki vinnur á útivølli. Síðani teir fluttu upp hava teireinans vunnið ein dyst á útivølli, men tað var móti júst NSÍ. Síðani tá er NSÍblivið eitt munandi sterkari lið og hevur nógv meir at spæla fyri enn mótiendanum í fjør, tá liðini møttust seinast í Runavík í landskappingini. TB liðið tykist at vera í stórari framgongd og javnleikurinkann avgjørt røkkast við Løkin. Men tað liggur meira til NSÍ, ið eisini vann á heimavølli móti TB í steypakappingini fyrr í ár. Tipping: 1
07Vestur-ÍF
07Vestur er nú komið undir stórt trýst eftir ósigurin við Stórá seinasta umfar. Liðið hevur havt trupult við atavrika á nóg høgum støði í longri tíð og líkist meir og meir tí greiðaniðurflytarunum, ið tey flestu spáddu undan kappingini. ÍF spælir nærum barajavnleikir fyri tíðina, men her kann einki annað enn ein sigur brúkast. Eins ogá Argjum, so liggur ein smalur ÍF sigur í luftini her. Tipping: 2
AB-Víkingur
Eftir hondini má trýstið vera við at fara av aftur AB liðinum, tínú munnu tað vera fá, ið ikki heilt hava avskrivað teir fyri at koma í nærheitini avyvirliving. Um tað eisini er støðan á Argjum, at teir nú hugsa meira frítt, sokann tað blíva ein fyrimunur fyri at fáa onkran sigur skjótt. Víkingur hevurtað trupult á útivølli í ár og tapti m.a. fult uppiborið við Stórá fyrr í ár ogkemur til hendan dystin við einum hørðum dysti í beinunum í miðvikuni og fleiriskaðum. Men einki ber til hjá AB higartil í ár og tí er lættast at tippa einútisigur. Tipping: 2
EB/Streymur-HB
Meistararnir eru komnir fyri seg og hava seinastu vikunamegna tveir javnleikir í truplum útidystum, har teir í báðum førum høvduleiðsluna. Á heimavølli hevur liðið fingið góða úrtøku seinastu tíðina. HBhevur til hendan dystin fyrimunin av, at hava havt frí eina heila viku. Taðkoyrir eisini bara sum eftir ánni hjá HB í landskappingini. Hetta verður ein avstørstu avbjóðingunum hjá HB í ár og hóast favoritt leikluturin heilt klártliggur hjá oddaliðinum til hendan dystin, so vænta vit ikki, at EB/Streymur villata heimaborgina frá sær og tí sita teir møguliga eftir við eina stiginumsunnukvøldið. Tipping: X
KÍ-B36
KÍ avrikið mikukvøldið var tað besta hjá liðinum í longritíð. Men mongu javnleikirnir seinastu tíðina hava gjørt, at hóast liðið framvegisliggur nummar 2, so er munurin væl styttri til 8. pláss enn upp á 1.pláss. Sumskilst verður Lukasz Cieslewicz heldur ikki við frá byrjan hesaferð, og hann ermeira enn nakar annar tann, ið hevur skarað framúr móti KÍ seinastu árini. Fleiriav KÍ leikarunum hava ongantíð roynt at vunnið móti B36 á heimavølli, liðiðhevur stutta hvíld eftir hálvfinaluna mikukvøldið og Norðoyastevna er. Tað plagar ikki at vera góðfótbóltsúrslit, ið KÍ viðhaldsfjøldin vanliga fær frá besta mansliðinum, tá stór tiltøk eru í býnum. Tí er eingin ivi um, at ein útisigur er mest upplagdur her,hóast talan er um báðar serfrøðingarnar at spæla janleikir í Effodeildini. Tí fer B36 suður aftur leygarkvøldið við steypinum. Tipping: 2




