Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-B36: Upptakt

Jákup Ósá

Javnleika “serfrøðinga” liðini  í minni góðum formi møtast til týðandilandskappingardyst í góðveðrinum Norðoyastevnuaftan.

Hetta er fyrsti landskappingardystur í bestu deildini hjá KÍ á Norðoyastevnu í fleiri ár.

B36 hevur eftir 11 umfør einans tapt tveir dystir, mensamstundis bara vunnið tveir dystir. Teir hava ikki vunnið síðani teir vitjaðu07Vestur 21. apríl. Lukasz Cieslewicz hevur ikki vant í vikuni og verður neyvanvið frá byrjan. Annars ljóðar ikki frá øðrum stórvegis ivamálum hjá B36, iðhevur Martin Pedersen tøkan aftur í miðverjuni.

 

KÍ hevur síðani sigurin á Argjum 1. Apríl bara vunnið eindyst í landskappingini, ið var tann 28.apríl móti 07Vestur. KÍ hevur spæltnógvar dystir seinastu tíðina og so seint sum mikukvøldið leikti liðið einaharða hálvfinalu móti EB/Streymi. KÍ hópurin hevur allar mans tøkar. Spurninguriner so, um breiddin í hópinum skal brúkast, har Heðin Klakstein, John Hammer, JóhanJacobsen og Ísak Simonsen eru góð boð uppá pláss í uppstillingini, um venjarinraðfestir úthvíldar leikarar.

 

Norðlýsið tippaði og grundgav í gjár fyri, hví B36 vinnurdystin, hóast kappingin í ár talar fyri einum javnleiki. Spennandi verður atsíggja kl. 19.00, tá Dagfinn Forná setur stevnudystin í gongd. 

Harleyfacadeacryl