Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KRF luttekur við trimum manningum

Jákup Ósá

Jórun Høgnesen er forkvinna í KRF. Hon sigur, at áNorðoyastevnu luttekur felagið við trimum manningum.

 

Leygardagin verður fyrsti FM kappróðurin í ár. KlaksvíkarRóðrarfelag(KRF) er vertur fyri róðrinum. Spenningurin áðrenn fyrstu stevnunaer altíð stórur, tí trupult er at siga nakað um áðrenn, hvørjar manningar faraat standa seg væl.

 

KRF hevur tríggjarmanningar

Jórun Høgnesen er forkvinna í KRF. Hon sigur, at tríggjarmanningar koma at umboða KRF á Norðoyastevnu.

           – Á Norðoyastevnu koma vit at luttaka við trimummanningum. Fípan Fagra kemur at luttaka við barnaróðrinum hjá gentum. Tær eruheilt óroyndar, so vit eru spent uppá, hvussu tær fara at standa seg. Síðanihava vit eina dreingjamanning í FM kappingini, ið rør við Fípuni Føgru. Teireru ungir, har Evald Johannesen hevur lagt teimum lag á í vetur. Í fjør vórufleiri av teimum við í barnaróðrinum, og tá eydnaðist teimum at vinna áÓlavsøku, so teir kenna til at vinna. Men nú eru teir ungir í hesum samanhanginumog koma at rógva móti dreingjum, ið m.a. eru 3 ár eldri enn teir. Og so tilseinast er tað 10-mannafarið Klaksvíkingur, sum er við aftur í ár, sigur JórunHøgnesen.

Hon leggur afturat, at tað kunnu blíva fleiri manningarseinni.

          –  Í vetur hava vit sæð nógv fólk til venjing í neystinum.So tað eru nógv fleiri fólk, ið venja. Undanfarnu árini hava vit eisini sæðfleiri manningar út á árið, og tað vóna vit aftur í ár, sigur hon.

          

Klaksvíkingur hevurtýdning

Í vetur hevur tað verið ivamál um, hvørs tað fór at eydnastat manna 10-mannafarið Klaksvíkingin, ið seinastu tvey árini hevur vunnið FMheitið. Men fyri nøkrum vikum síðani bleiv so endaliga greitt, at FM vinnarinverður við. Hon fegnast um, at tað eydnaðist at manna Klaksvíkingin.

          –  Klaksvíkingur er flaggskipið hjá felagnum og taðhevur stóran týdning, at hann er við. Tí fegnast vit um, at tað eydnaðist atmanna hann. Teir fáa vónandi “kabaluna” at ganga upp og vera við allarstevnurnar, hóast fleiri umborð ikki fáa róð allar stevnurnar. Serliga millumáskoðararnar merkja vit, at nógv fólk fylgja Klaksvíkinginum , ið annars kanskaikki fylgja so væl við kappróðri, sigur hon.


Fyrireikingarnarkrevja nógv

At fyriskipa Norðoyastevnu róðurin krevur nógv og er brúkfyri nógvum góðum kreftum fyri at fáa róðurin væl avgreiddan.

          – Norðoyastevnan krevur nógva fyrireiking og nógvahjálp. Matur skal gerast til áleið 300 fólk, bátar skulu halda starti, stimadómarar og stima útvarpsfólk. Og so eru tað innkrevjarar, froskmenn, boðgevarará bryggjuni og onnur. Tilsamans eini 40 fólk vænti eg eru við til at avgreiðaróðurin. Og so skulu vit eisini hava stuðlar til steyp og heiðursmerkir, sigurhon.

Í fjør var ein roynd gjørd við at vísa kappróðurin ástórskíggja. Hetta verður ikki í ár.

           – Tað var ein roynd í fjør. Hon miseydnaðist ikki,men fyrireikararnir høvdu vóna betri dygd. Og skal dygdin blíva munandi betri,so kostar tað nógvan pening. Tá so einans tríggjar stevnur gjørdu gagn av hesumí fjør, so verður hetta ikki roynt aftur í ár. Vit vóna, at veðrið verður gott,so at fólkini koma at hava tað gott á bryggjuni. Tí í Klaksvík fær man fylgtróðrinum ein stóran part av teininum, sigur forkvinnan í KRF.

Til seinast vísir hon á týdningin av áskoðara inntøkunum ástevnuni.

           – Hetta er okkara stóra inntøkukelda fyri alt árið,so tað hevur stóran týdning, at nógvir gjaldandi áskoðarar eru. Veðrið spælirnógv inn, men klaksvíkingar plaga at møta væl upp. Eisini fólk aðrastaðni frámøta fjølment upp og serliga til barnamanningarnar síggja vit nógva familjakoma at stuðla børnunum, sigur Jórun Høgnesen at enda.