Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Besti túrur hjá Gadus

Jákup Ósá

Gadus er longu farin at sigla heim við fullari last. Hettaer besti túrir hjá skipinum nakrantíð, síðani JFK keypti skipið.

 

Gadus fór avstað 6. mai og hava tí einans verið burtur í 28 dagar í dag.  Gadus hevur fulla last, ið hesaferð tekur umleið 740 tons av flaki. Hetta er besti túrur hjá Gadus, síðaniJFK keypti skipið. Tá verður hugsað um, at hann ongantíð áður hevur fiskað uppíuppá so stutta tíð. Einans 23 dagar tók tað at fiska hesi 740 tonsini. Eina døgnið settu teir eisini døgn met við at fáa heili 43tons niður uppá 24 tímar.

 

Gadus, ið hevur roynt í russiskum sjógvi, verður væntandi í Klaksvík komandi vikuskiftið.Skiparihendan túrin er Ólavur Biskopstø.