Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skattainntøkurnar vaksa!

Tíðindaskriv

Nú er staðfest, at Klaksvíkar kommuna hevur fingið góðar kr. 500.000 meiri inn í skatti fyri mai, enn sama mánaða í fjør. Hetta svarar til ein vøkstur á góð 5%.

Nú er staðfest, at Klaksvíkar kommuna hevur fingið góðar kr. 500.000 meiri inn í skatti fyri mai, enn sama mánaða í fjør. Hetta svarar til ein vøkstur á góð 5%.

– Tad er sjálvandi at glaðast um, at vit enn einaferð kunnu staðfesta meiri inntøku. Tað er nógv virksemi í kommununi, og fólkatalið peikar rætta vegin.

– Avgerandi fyri eitt samfelag sum okkara er, at sjóðvinnan klárar seg væl. Í dag kundi vit lesa, at Gadus hevur gjørt ein rekord túr. Vit vita, at aluvinnan klárar seg eisini væl, meðan heimaflotin hevur havt vánaligar umstøður, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Higartil í ár, eru inntøkurnar hjá kommununi øktar við gott 4% í mun til 2012. Borgarstjórin staðfestur, at hetta er nakað størri vøkstur, enn mett varð í fíggjarætlanini.