Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skeið í bioinformatik og ílegum

John William Joensen

Tvey altjóða skeið hava verið í gjár og eru í dag á Landssjúkrahúsinum í samband við ílegugransking og brúk av íleguvitan í heilsuverkum.

Tvey altjóða skeið hava verið í gjár og eru í dag á Landssjúkrahúsinum í samband við ílegugransking og brúk av íleguvitan í heilsuverkum.

Fyrrapartar er skeið fyri fólki við granskingaráhuga í hesum øki, og seinnapartar er skeið fyri læknum.

Tað er sterki felagsevropeiska granskingarstovnurin “European Bioinformatic Institute”, sum heldur skeiðið. Skeiðið er fyriskipað av Ílegusavninum, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Landssjúkrahúsinum og FarGen.