Fríggjakvøldið 7. juni, verður ein fløga við lovsangum tikin upp í Kelduni í Skálafirði. Talan er um ”live-upptøku”, har ætlanin er, at so nógv fólk sum til ber, skulu syngja við.
Fríggjakvøldið 7. juni, verður ein fløga við lovsangum tikin upp í Kelduni í Skálafirði. Talan er um ”live-upptøku”, har ætlanin er, at so nógv fólk sum til ber, skulu syngja við.
”Lovsangskórið í Kelduni fer at syngja fyri á fløguni, men onnur skulu eisini hoyrast í bakgrundini. Tað er hetta, vit skulu brúka sjálvboðin til, og vit vóna, at nógv fólk møta til upptøkuna”, sigur Eyðun Jacobsen, sum er ein av fyrireikarunum.
Ein partur av upptøkunum, har bara tónleikarar og kórið eru við, verða gjørdar longu hóskvøldið, meðan allur felagssangurin verður tikin upp fríggjakvøldið. Tað fer at taka umleið hálvanannan tíma at fáa allar sangirnar tiknar upp.
Fáa avsláttur
13 sangir verða á fløguni, sum eftir ætlan kemur út seinni í summar, ella tíðliga í heyst. Tey, sum luttaka í upptøkuni fríggjakvøldið, fáa avsláttur, um tey tekna seg til at keypa fløguna.
Aftan á upptøkuna, verða øll boðin til kaffi og køkur í kafeteriuni í Kelduni.




