Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvørki Páll ella Jógvan Martin verða koyrdir

Jákup Ósá

Nógv slatur hevur gingið eftir dystirnar umvikuskiftið um, at KÍ og Víkinga venjarin skuldu vera í vanda fyri at fáasekkin.

 

Víkingur koyrir ikki venjaran

Víkingur, sum nú er dottið niður á 8. pláss,  hevur ikki vunnið ein landskappingardystseinastu 7 umførini og síðani GÍ og Víkingur løgdu saman í 2008, so hevur liðiðongantíð ligið so langt niðri eftir 12 umfør. Í 2008 lógu teir eisini á 18stigum, men við betri málúrtøku enn nú. Og eftir AB dystin hevur nógvur slaturgingið um, at Víkingur umhugsar venjaraskiftið longu nú. Jógvan Martin olsenhevur annars boðað frá, at hann gevst sum venjari eftir hetta kappingarárið.Norðlýsið hevur tosað við Ólav Thomsen, ið er formaður í Effonevndini hjáVíkingi. Hann sigur, at venjarin situr tryggur til næsta dyst og at teir einanshyggja eftir venjara til komandi ár, har fyrireikingarnar eru byrjaðar, men hareinki navn er komið á pappírið enn. Hann sigur, at avgerðin hjá Jógvan Martinum at steðga næsta ár ger, at teir hava góða tíð at gera fyrireikandi arbeiði.Hjá Víkingi skal heldur ikki gloymast, at liðið er í hálvfinaluni ísteypakappingini og vann fyrru hálvfinaluna 3-2 móti NSÍ Munurin upp til nummar 2 er heldur ikki stórur.

 

KÍ venjarin eitur framvegis Páll Guðlaugsson

Heldur ikki í KÍ verður nakað venjaraskiftið. KÍ hevureinans vunnið ein dyst (móti 07Vestur) síðani 4.umfar, ið bleiv leikt 1. apríl.KÍ helt annars 2. plássið líka til hetta vikuskiftið, tá liðið datt niður á 4.pláss. Nú er stutt hvønn vegin, tí 2 stig eru upp til 2. pláss og 3 stig niðurá 8. pláss. Men KÍ er eisini við í steypakappingini og vegurin upp til heiðursmerkjapláss er stuttur. Seinastu dagarnar hava áhaldandi søgur gingið um, at KÍ venjarinhekk í einum klønum tráði. Men tað var Páll Guðlaugsson, ið stóð fyri KÍvenjingini mánakvøldið og tað ger hann aftur í kvøld. Við øðrum orðum ger KÍongan venjarabroyting. Tummas Lervig er formaður í KÍ og hann staðfestir, atleiðslan ikki hugsar um nakað venjaraskiftið í løtuni.

           – Vit hava havt fund í vikuni og tað eru regluligir fundir, ið vit hava á hvørjum árið. So á tann hátt er einki óvanligt. Har viðgera vit framtíðina, tað fíggjarligaog annað kring felagið. KÍ venjarin eitur Páll Guðlaugsson og tað ger hann framhaldandi. Vitskulu til samráðingar í summar um nýggjan sáttmála við venjaran, so í løtuni er tað fyrst ogfremst 2014, ið vit arbeiða ímóti á venjaraøkinum, sigur Tummas Lervig viðNorðlýsið. 

       Sostatt bendur einki á, at nakað hald er í gitingunum um eitt venjaraskiftið í Víkingi og KÍ her og nú.