Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrispurningur um rottur og drunnhvítastovnin

Bjørt Samuelsen

Fyrispurningur um hvat landsstýrismaðurin ger fyri at verja sjáldsama og ein av heimsins størstu drunnhvítastovnum ímóti rottu, setturKára P. Højgaard, landsstýrismanni í náttúruverndarmálum, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um hvat landsstýrismaðurin ger fyri at verja sjáldsama og ein av heimsins størstu drunnhvítastovnum ímóti rottu, setturKára P. Højgaard, landsstýrismanni í náttúruverndarmálum, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at drunnhvítastovnurin í Nólsoy verður vardur ímóti rottum?

2. Hvørji tiltøk eru sett í verk at verja drunnhvítastovnin?

3. Nær væntar landsstýrismaðurin, at neyðug tilbúgving og verndartiltøk eru sett í verk?

4. Heldur landsstýrismaðurin, tað vera í lagi, at servandirottuhundurin verður avlívaður, tí eingin hevur uppgávuna at taka sær av honum?

5. Er støðulýsingin og eitt yvirlit yvir tey átøk, sum kommunurnar gera fyri at niðurberja rottu og halda henni burtur frá rottuleysu oyggjunum, gjørt, so sum lovað varð í svari uppá skrivligan fyrispurning nr.50/2009 frá 7. apríl 2010?

Viðmerkingar

Taðverðureinkiminnienneinnáttúrusorgarleikur, færrottanfótafesti íNólsoy. SambærtDegi og vikufrá 23. mai 2013, verðurservandirottuhundurin, sum Inn­lendis­málaráðiðhevurfíggjað, møguligaavlívaður, tíeinginskipaðrottutilbúgving er sett í verk.

Tíverri er longustaðfest, at rotta er komin í Nólsoy, og mest sannlíkt er berteinspurningurumtíð, til honveruligafærfótinfyriseg, verðurhettaikkifyribyrgt.

Náttúru­áhugað og fakfólkhavagjørteittstórtarbeiði at fyribyrgjarottu. Men, umeffektivastafyribyrgingin – rottuhundurin – verðuravlívaður, verðurikkilætt at setaneyðugavernd í verk, tá á stendur.

Rottankanngeraóbótaliganskaða á drunnhvítastovninumframtannan fugl, sum lunda og skráp. Fleiristaðni í landinumhevurrottanlonguavoyttdrunnhvíta, skráp og lunda. Hetta er nakað, vitundirongumumstøðummuguloyvahendir í Nólsoynni.

Altjóðaábyrgd

Í Nólsoy finstmøguligastørstadrunnhvítabøli í heiminum, sum hýsiráleið 50% av heimsinsdrunnhvítum. Talan er um 200.000 pør av hesumsjáldsamasjófugli, sum viteru so heppinframvegis at hava sum partur at okkaranáttúrugivnaríkidømi til stóragleði og áhuga – eisinihjáferðafólki. Taðmáveramillumokkarafremstuskyldur at verjahendasjófugl, bæði sum part av lívfrøðiligamargfeldiokkara og sum einaltjóðaskylda. Nólsoy er júst av somuorsøkútnevnd sum RAMSAR-øki.

Landsinsábyrgd

Hóasttað at basarottuni, sum so er ein kommunal uppgáva, so er neyðugt, at myndugleikin við evstuábyrgd av náttúruverndtryggjar, at einmiðvístilbúgvingar­ætlanverðurgjørdfyri at verjadrunnhvítastovnin, at týnarottuna í Nólsoy og fyribyrgja, at honikkikemur í aðrarrottuleysaroyggjar.

Hettavarðeisinilovað í svari til undirritaðu í apríl 2010 (skrivligurfyrispurningur nr.50/2009 frá 7. apríl 2010), táavvarðandilandsstýrisfólksvaraði: “..eg fari at heita á Umhvørvis­stovunaum, saman við Búnaðar­stovuni sum yvirskipaðumeftirlits­myndug­leika, at fáaeittyvirlityvirteyátøk, sum kommunurnargerafyri at niðurberjarottu og annars at haldahenniburturfrárottuleysuoyggjunum.”

Og: “… fari tí at heita á Umhvørvisstovuna um at gera eina støðulýsing av rottu­trupulleikunum í landinum, at kanna eftir, um verandi lóggáva framvegis er hóskilig og at samskipa eitt arbeiði, har funnið verður fram til bestu hættir at fremja fyri­byrging og týning av rottu í øllum landinum og ikki minst í økjum ella á oyggjum, sum krevja serliga verju.”

Seinastu tíðindini um rottuverju í Nólsoy bera ikki boð um, at ein skipað tilbúgving er sett í verk.

Á Løgtingi, 24. mai 2013

Bjørt Samuelsen