Leygardagin 25. mai skipaði pensjónistafelagið Hugni fyri Eldradegi í Klaksvík. Eini 350 fólk úr øllum landinum komu saman í badmintonhøllini, har bjóðað var til morgunmat, og seinni var eisini døgurða á skránni. Marita Matras, forkvinna í Hugna bjóðaði vælkomin, Jógvan Skorðheim borgmeistari setti dagin og Aksel Johannesen, løgtingsmaður var gestarøðari.
Leygardagin 25. mai skipaði pensjónistafelagið Hugni fyri Eldradegi í Klaksvík. Eini 350 fólk úr øllum landinum komu saman í badmintonhøllini, har bjóðað var til morgunmat, og seinni var eisini døgurða á skránni. Marita Matras, forkvinna í Hugna bjóðaði vælkomin, Jógvan Skorðheim borgmeistari setti dagin og Aksel Johannesen, løgtingsmaður var gestarøðari.
TEKST: EYÐ MATRAS
MYNDIR: EYÐVØR KLAKSTEIN OG EYÐ MATRAS:
Ein sera væleydnaður dagur. Røða hjá Maritu Matras, forkvinna í Hugna: Góðan morgun! Vegna nevndina í Hugna er tað mær ein stór gleði at bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga væl komin til Eldradagin 2013. Vónandi fáa vit ein hugnaligan dag saman. Vit, sum manna nevndina í Hugna, eru: Eg sjálv, sum eiti Marita Matras og eri formaður, Marjun Joensen, næstformaður, Ninni Olsen, skrivari, Kristina Gulaksen og Sigga Leivsgarð, nevndarlimir. Tiltakslimir eru Lena Joensen og Paula Joensen. Karolina Hansen er kassameistari. Nú eg standa her og hyggi útyvir henda skara av eldri, sum eru komin her í morgun, nývaskað og í fínasta skrúð – so skilji eg ikki, hví politikararnir eru so bangnir fyri okkum. Tí tað er tann fatan, mann fær. At tað er eitt stórt yvirraskilsi, at fólk gerast gomul.
Man hoyrir ofta um eina eldrabylgju, sum skolar yvir landið. Hetta er helst tí vit eru so nógv. Hugni er fyrsta pensjónistafelag í Føroyum og varð stovnað fyri 42 árum síðan. Tað var Anna Joensen, sjúkrasystur, sum tók stig til at stovna felagið. Anna hevði arbeitt alt lívið, var ógift og átti ongi børn. Hennara pensjón var í lagi. Men hon sá, at tað vóru ikki øll, sum høvdu tað so gott fíggjarliga í Klaksvík. Helst var tað tí, at Hugni varð stovnað.
At fáa eitt felag, sum gjørdi vart við viðurskifti hjá teimum gomlu yvir fyri politikaranum. Eftir at Hugni varð stovnað, fóru onnur kring landið eisini í gongd við at stovna pensjonistafeløg. Dreymurin hjá Onnu var, at fáa øll feløgini at arbeiða saman. Soleiðis varð landsfelag Pensjónista stovnað í 1986. Umframt Onnu, var Jonhild Hendriksen formaður eitt tíðarskeið og eisini Mikkjal á Bergi. Og so kom Alma Petersen og hon setti øll segl fyri. Nú varð farið at samlað pengar. Dreymurin hjá Almu var at fáa eitt hús, so vit kunnu húsa okkum sjálvum. Men enn er tað so ikki blivið til
nakað. Eg kann fortelja um Almu, at tá Hugni varð stovnað á sinni, var hon ung og flenti at hesum og helt: Hvat skal tað til? Eitt pensjonistafelag í Klaksvík..? Hvat skal tað vera gott fyri? Í dag situr Alma, sum tit øll vita, í nevndini í Meginfelagnum og stríðist fyri, at fólkapensjónistar skulu fáa betri kor. Í dag húsast vit í Hugna í KFUM og K. Vit møtast einaferð um vikuna og sita og práta og binda og lesa søgur. Onkuntíð lesa vit eina framghaldssøgu, sum vit gleða okkum til at hoyra. Harafturat syngja vit eisini.
Mín dreymur er, at vit í Hugna fáa hølisviðurskiftini í lagi. Tað hóskar ikki nútíðini til, at vit onki hava, sum vit kunna kalla okkara egna. Vit hava veruliga brúk fyri einum høli, hvar vit kunna goyma og læsa eftir okkum. Gerðabøkurnar t.d. tær eru ikki so fáar, skal eg siga tykkum. Vit hava brúk fyri eini telefon, teldu, printara, internet, ja, alt tað sum hoyri nútíðini til. Sjálv havi eg búð her í Klaksvík í nógv ár og kenni bæði foreldur og ommur og abbar hjá hesum ungu politikaranum, sum eru her í dag. Eg minnist Axel, sum ein eygagóðan og smílandi smádrong. Teir plagdu at koma inn í handilin hjá okkum at keypa húkar. Teir dugdu ikki at knýta uppí, so eg mátti gera tað fyri teir. Ein dagin teir høvdu verið og fiskað og høvdu mist húkin, hoyrdi eg teir tosa saman uttanfyri ……..,,handan konan er skít býtt, hon dugur ikki eingongd at binda húkar uppí. …” Vónandi fer hesin dagurin at geva okkum øllum íblástur. Vit, sum eru gomul mugu sjálvi hava ein positivan holdning til okkum sjálvi, og politikarnir mugu eisini hava tað. Tí einaferð, áðrenn tit vita av, eru tit eisini her, sum vit eru. Og hvussu kundu tit hugsað tykkum at havt tað tá? Eg fari at takka fyri alla vælvild. Norðoya Sparikassi, túsund takk fyri, at tit hava verið so tolin við okkum, og so fari eg at takka Klaksvíkar kommunu, serliga borgmeistaranum fyri alla vælvild.
Eg ætli mær at fortelja fyri øllum, at tað er gott at blíva gamal í Klaksvík undir einum borgmeistara, sum vil gera alt fyri, at vit skulu kenna okkum væl her í býnum. Takk hjartaliga øll sum eru møtt upp. Enn einaferð. Hjartaliga væl komin.