Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Javning millum kommunur – NÚ!

John William Joensen

Meðan Annika Olsen ikki hevur pengar til náttarvaktir á eldraøkinum, og meðan aðrar kommunur fara væl upp um eina álíkning í skuld, tí ein skúli ella barnagarður má byggjast vegna sopp ella tørv, so er tað allíkavæl ein kassi í Føroyum, har einki er óført, av tí einu orsøk, at vit ivaleyst eru einasta land í Norðurlondum, og eitt av teimum fáu í Norðurevropa, har eingin javningarskipan er millum tær ríku og tær fátæku kommunurnar!!

Meðan Annika Olsen ikki hevur pengar til náttarvaktir á eldraøkinum, og meðan aðrar kommunur fara væl upp um eina álíkning í skuld, tí ein skúli ella barnagarður má byggjast vegna sopp ella tørv, so er tað allíkavæl ein kassi í Føroyum, har einki er óført, av tí einu orsøk, at vit ivaleyst eru einasta land í Norðurlondum, og eitt av teimum fáu í Norðurevropa, har eingin javningarskipan er millum tær ríku og tær fátæku kommunurnar!!

Tað er lætt at síggja munin á teimum almennu kassum í Føroyum, har tey venda hvørjum oyra, tí skattainntøkurnar røkka ikki til sjálvt tað mest grundleggjandi. Dømini eru mong, men kanska tað besta og feskasta er júst tað omanfyrinevnda, at Føroya Landsstýri ikki eingong hevur ráð til at hava náttarvaktir á neyðugum støði á røktarheimum kring landið. Ein tænasta, vit øll fáa brúk fyri, um vit gerast gomul og tørvandi!

Eitt annað dømið um, at almennir kassar kring landið ikki hava tað gott, eru tær kommunurnar, har tað ikki eru serliga góð ráð til tað mest grundleggjandi so sum at byggja neyðugan barnagarð ella fólkaskúla. Her kann nevnast, at tað tók Vágs Kommunu fleiri ár at skava saman tey neyðugu oyruni til ein vanligan barnagarð, og tað sama kann sigast um Vága Kommunu, sum í løtuni kempar ein harðan dyst at halda aftur við øllum øðrum íløgum og rakstri, tí nú má ein nýggjur skúli byggjast.

Men soleiðis er ikki allastaðni í hesum landinum, tí tað er ein almennur kassi, har tað nógva ber til, og tað sæst eisini aftur á tí atburði og teimum raðfestingum, har verða gjørdar. Golfvøll, Tórsvøll, tveir bygningar fyri næstan 100 mió. kr. og nú eina havnaútbygging fyri nakrar hundrað mió. kr.

Hóast Tórshavnar Kommuna eins og aðrar kommunur sambært lóg ikki má hava yvirskot av virksemi og als ikki vinniligum virksemi so hevur hevur mittasta havnin í landinum eitt yvirskot sum seinastu trý árini hevur verið 60% av inntøkunum, sum stavar frá gjøldum á inn- og útflutningi av vøru, sum verða brúktar og framleiddar kring um í landinum.

Fyri at halda Innlendismálaráði tigandi ger Tórshavnar Havn størri og størri íløgur – seinastu trý árini 65 mió. kr. Og nú er ætlanin at byggja eina stórt havnaøkið til stuttleika, ferðavinnu og vinnu í 100 millióna klassanum. Gapandi tómu nýggju kaj kantarnir í Kollafirði kunnu ikki nøkta tørvin verður sagt.

Tað er øllum greitt, at hesin almenni kassin ikki hevur tær somu avbjóðingarnar, sum allir aðrir alment fíggjaðir kassar her á landi hava, tí meðan so at siga øll onnur brúka tíð og orku uppá at halda tær grundleggjandi, almennu tænastuskyldurnar, so er tað meira marglæti yvir tí, sum fyllir kommunalu knokkarnar í høvuðsstaðnum.

Tað sæst á øllum brøgdum, at raðfestingarnar í Tórshavnar Kommunu fyri ein vaksandi part ikki fevna um neyðugar almennar tænastur, men um okkurt heilt annað. Um hesin klassamunur sleppur at halda fram millum skattafíggjaðu kassarnar her á landi, so verður neyvan góður endi burtur úr tí.

Men HVÍ er støðan henda?

Øll onnur framkomin lond hava henda sama trupulleika, men tey hava fyri nógvum árum loyst hann við at seta í verk eina javningarskipan millum kommunurnar, soleiðis at tann ríki letur ein part av sínum avlopi til tann fátæka.

Men soleiðis er ikki her á landi, tí her verður tað, sum átti at verið javnað til skúlar og barnagarðar kring landið, ístaðin til íløgur í marglæti og stuttleika í høvuðsstaðnum.

Í løtuni er atburðurin hjá Tórshavnar Kommunur mest átøkur einari kommunu, beint áðrenn hon verður løgd saman við aðra kommunu, har alt innistandandi má og skal brúkast her og nú, so hin kommunan einki fær burturav “okkara” pengum. Er tað javningina og eldraøkið, tey ræðast?

Javning millum kommunur – NÚ! 

– Við ella uttan hjálp frá Javnaðarpolitikarum í Havn.