Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eina uppliving, ið tú valla fært aðrastaðni

Oliver Joensen

Ein kendur klaksvíkingur, ið nærkast teim sjeyti, hevur alt sítt lív verið arbeiðismaður og hevur fingist við tað í frítíðini, sum musisku evni hansara hava leitt hann til.

Ein kendur klaksvíkingur, ið nærkast teim sjeyti, hevur alt sítt lív verið arbeiðismaður og hevur fingist við tað í frítíðini, sum musisku evni hansara hava leitt hann til.

Niels er friðarligur og lítillátin máður. Hann setir ikki stór krøv til tilveruna, men kemur tú á gátt hjá honum, so trýnir tú inn í eina aðra verð.

Norðlýsið hitti Niels í Lávíkabrekkuni har hann býr. Altíð blíður, biður hann meg koma inn at vitja. Eg veit væl, at hann hevur gjørt nógv við málningalistina í mong ár. Og flestu, sum hava vitjað í Klaksvík hava helst lagt til merkis listaverk hansara á Roykstovuni á sinni.

Eg spyrji, um hann ætlar at hava opið hús á Norðoyastevnu. Ja, tað veit eg ikki rættuliga, sigur hann, men øll, ið hava áhuga fyri tí eg havi gjørt, og fyri savni mínum eru vælkomin innar at vitja.

Vit fara inn í Horni, húsini, sum eru bygd í 1883 hava verið í hondunum hjá familjuni líka síðani, og ídag býr Niels einsamallur har.

Tá eg segði í byrjanini, at tú trýnir inn í eina aðra verð, so er tað tí, at øll húsini sum tey eru eru eitt listaverk í sær sjálvum, og ikki minst eitt savn av alskyns lutum, sum Niels í Horni hevur havt áhuga fyri.

Eitt tað fyrsta hann vísir mær, er ein enskur soldatarhjálmur, ið liggur uppi á eini hyll í gongini. Saman vit jarnhjálminum liggur eisini eitt annað høvuðprýi, nevniliga ein kaskettur við búmerkinum hjá J.F.Kjølbro á og einum laurberjakransi kring merkið.

Niels greiður frá, at hesin kasketturin er heilt serstakur, við tað, at pápi hansara, Ferguniels, sum vit kallaðu hann, var skipari á minsta skipinum hjá Kjølbro, nevniliga ferguni Fisken og seinni á Selinum, og hann var einasti skiparin hjá Kjølbro, ið fekk ein kaskett við búmerkinum hjá reiðarínum á.

Vit báðir arbeiddu á Dávavirkinum á ungum døgum, og vit høvdu nógv at minnast afturá. Tað var eitt framúr arbeiðispláss, heldur Niels og sigur, eg sakni í veruleikanum nógv pápa tín, tí eg helt altíð at hann var so góður við okkum ungu sum arbeiddu har.

Uppi undir loftinum, í eini av stovunum hongur ein narhvalatonn, ella spjót, um tú vilt, saman við einum skutuli, ið Niels sigur er komin við ættarfaðir hansara úr Kollafirði.

Ein málningur við hurðina úr køkinu og inn í stovuna steðgað vit báðir við. Sært tú ikki her, sigur Niels og blívur eitt sindur álvarsligur. – Tvey háhús, ið eru á veg at detta saman, og tríggjar krákur, ið symboliserað teir tríggjar flúgvararnar. – Ein turistur, sum var inni her, og sum sat leingi við køksborðið og eygleiddi hendan málningin gjørdi meg varðugan við at hetta líktist nevnt tvillingatornunum á Ground sero í USA og tí, sum fór fram har tá. Hendan málningin havi eg málað í 1993 – eg havi tá málað eina hending, ið fór fram nógv ár seinni.

Hetta er so líkt, at um Niels hevði málað hetta eftir hendingina í USA, so mundu flestu okkara dugað at sæð, at tað var hendan hendingin, ið var insperatiónin.

Lonin við Lávíkabrekkuna, sum Niels býr í, er í veruleikanum tvey hús. Abbi hansara bygdi tað fyrru og bróður abban bygdi uppí. Men ídag eigur Niels bæði húsini og hvørt húsið er forvitnisligari enn hitt. Eisini uttanfyri hevur Niels í Horni við sínum góðu evnum prýtt nærum hvønn stein. Sera snotuligt og væl røkt er bæði uttan og innan.

Tá vit skiltust, sigi eg við Niels, eg skrivið ein stubba og sigið at tú hevur opið hús á Norðoyastevnu.

Um tað verður opið altíð veit eg ikki, men øll, ið vilja síggja tað eg havi her, eru vælkomin inn á gólvið á Norðoyastevnu, sigur Niels Johannesen, ella Niels í Horni sum hann vanliga verður nevndur.

Oliver

Harleywoodpaint