Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sendiharravitjan úr Íslandi

Dávur Winther

Kanadiski og Norðurlendsku sendiharrarnir í Íslandi, hava í dag vitjað í Klaksvík, har teir fyrst sóu nýumvældu altartalvuna, beint undan Guðstænastuni í morgun.

Kanadiski og Norðurlendsku sendiharrarnir í Íslandi, hava í dag vitjað í Klaksvík, har teir fyrst sóu nýumvældu altartalvuna, beint undan Guðstænastuni í morgun.

So á ein hátt bert til at siga, at teir “vígdu” altartalvuna, tí hetta var fyrsta ferðin, hon varð sýnd fram alment.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Signhild Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini tóku í móti gestunum og Jógvan Ravnsfjall, savnsvørður greiddi frá í kirkjuni.

Eftir vitjanina í Christianskirkjuni, varð vitjað á Seglhúsinum, har Símun og Jastrid Gullaksen tóku ímóti – væl umboðandi í føroyskum klæðum. So Seglhúsið tyktist sum ein onnur sendistova.

Gestirnir vóru eisini hugtiknir av hesum snotiliga hús – og borið varð uppá mál at hittast aftur til okkurt fundarvirksemið seini, sum húsið er sera væl egnað til.

Signhild Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini var síðani vertur við ein døgurða í býráðshøllini, áðrenn leiðin aftur gekk til Tórshavnar. Tað eru Hákun J. Djurhuus, sendiharri og Elsbu Dánjalsdóttir, ritari á Føroysku sendistovuni í Reykjavík, sum hava skipað fyri ferðini.