Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar í óvandari støðu

Jákup Ósá

Nú 9 umfør eru leikt í kvinnudeildini er tað EBS/Skála, iðhevur yvirtikið oddasessin frá KÍ.

 

KÍ hevur í ár fingið munandi størri mótstøðu enn áður.Serliga frá EBS/Skála, ið fyrr í ár vann móti KÍ. Og í dag megnaði B36 so atfáa 1-1 javnleik í Gundadali. Katarina K. Saxov legði B36 á odda við framúrfrísparki í 14. minutti, men Sigrun Sirdal javnaði eitt korter seinni. KÍ hevðiyvirvág og skapti teir størru møguleikarnar, men einki mál kom afturat.

 

Við javnleikinum var møguleiki hjá EBS/Skála at leggja seg áodda í deildini. Og tær tóku av við at vinna 6-2 móti ÍF. Sostatt fór EBS/Skála2 stig framum KÍ. Ein rættuliga óvand støða fyri KÍ kvinnurnar, nú næstanhelvtin av kappingini er farin. Lagt er tí upp til eina sera spennandi kappingí ár, har tað í løtuni stendur millum EBS/Skála (24 stig) og KÍ (22 stig), meðan HB(16 stig) heldur ikkiliggur langt aftanfyri.