Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Menniskjað og listin

Helena Dam á Neystabø

– Í sambandi við fernisering av Summarframsýningini 2013á á mentanarnáttini í Norðurlandahúsinum helt Helena Dam á Neystabø hesa røðu. Listafólkini sum sýna fram á Summarframsýniningin eru Steinunn Thórarinsdóttir og Silja Strøm.

Í sambandi við fernisering av Summarframsýningini 2013á á mentanarnáttini í Norðurlandahúsinum helt Helena Dam á Neystabø hesa røðu. Listafólkini sum sýna fram á Summarframsýniningin eru Steinunn Thórarinsdóttir og Silja Strøm.

Nú ið eg standi her, og listaverkini eiga rúmið, ikki bara í Norðurlandahúsinum, men í allari Havnini, so hugsi eg, hvat eg kann siga, sum listaverkini ikki sjálv siga tað nógv betri.

Eg havi tað eitt sindur sum Storm P, sum á sinni segði, at kunstur, tað er tað sum man ikki dugur, tí annars var tað ikki kunstur. Og listafólkini – kunstnararnir, tað eru tit báðar Steinunn Thórainnsdóttir og Silja Strøm, sum fekk virðisløn til Ungt listafólk fyrr í ár. Tað eru tit sum duga – at skapa list. Eg eri bert áskoðari.

Men samstundis veit eg, listaverkini verða ikki fulkomin, fyrr enn tey fáa ein áskoðara, annaðhvørt ein einstakling ella eina fjøld.

Tað er í samrøðuni við áskoðaran og við fólkið, at listin fær meining. Sama um tú ert samd ella ósamd við listaverkið, sama um tær dámar tað, ella um tær ikki dámar tað. Tú kanst verða provokerað ella hugtikin, gerast ill, forargað ella glað, og tú verður kanska enntá rørd í samrøðuni við listaverkið.

Mangan eru tað listaverkini, sum tær í fyrstani ikki dámdi, sum rødu teg allarmest, og sum tú ikki verður liðug við. Sum settu nakrar spurningar, sum tú framvegis stríðist við at finna svarið uppá.

Man tað vera soleiðis, at lívsvirði kann metast eftir, hvussu ofta sálin varð rørd?

Ja, tað er lætt at seta spurningar. Og tað ger listin – men teir spurningarnir eru ikki altíð lættir at svara, tó at listaverkini á sín egna undurfundiga hátt geva áskoðaranum møguleika fyri at finna svarini.

Á sumri eru vit von við at hitta nógv fólk í Havnargøtum, sum vit ikki vanliga hitta. Og tað er dámligt, merkir at nú er summar, og nú fylkjast bæði føroyingar og ferðafólk í Føroyum og kanska serliga í Havn.

Hesar seinastu dagarnar hevur tú kanska upplivað, at tað knappliga bara stóð eitt fólk undir liðini á tær, sum uppførdi seg øðrvísi. Sum ikki lagaði seg eftir, hvat tú ætlaði at gera, men sum insisteraði uppá at eygleiða teg. Á einum beinki, uttanfyri Løgtingið, í viðarlundini, rundanum Norðurlandahúsið og aðra staðni við.

Umframt at hesi fólk – hesar standmyndir, skuldi eg kanska sagt, eru vakrar og fjølbroyttar, so tvíhalda tær um eina samrøðu, sum tú kanska ikki ert til reiðar at taka. Hesi fólk eru ikki fjald handan búnar, mótaklæði ella leiklutir, tey eru bara menniskju, heilt einfalt, og tað er kanska við hvørt ræðandi at hitta eitt menniskja á alljósum degi – úti millum fólk.

Hesar standmyndir geva ikki upp. Tú skultrar, smílist og hugsar. At hví ávirkar tað meg so nógv, at ein standmynd knappliga vil mær okkurt. Hon er jú ikki livandi?

Hesi listaverk, sum eru flutt inn í Havnina seinastu dagarnar vilja tær nakað, og tú eigur at lurta og svara.

Samrøðan við listakvinnuna og myndahøggaran Steinunn Thórainnsdóttir í bókini, sum er komin út í sambandi við framsýningina, er áhugaverdur lesnaður. Sigur nógv um tann spenning, sum er millum menniskju, og hvussu týdningarmikið tað er at arbeiða við menniskjanum í listini.

Føroysk list hevur eina langa siðvenju at avmynda náttúruna. Tað hevur givið okkum ein hóp av fantastiskum listaverkum. Men vit sakna ofta menniskjað.

Tað fáa vit á ymiskan og á fjølbroyttan hátt í hesi framsýning.

Eisini í listaverkunum hjá hjá Silju Strøm, er menniskjað í fokus. Og kanska serliga allar tær avbjóðingar, sum menniskjað er uppi ímóti í sundurpettaðari, og globaliseraðari verð, har vit hvørja einastu løtu verða konfronterað við túsund ymiskar veruleikar.

Í dag er eingin munur á tíð og stað. Vit kunnu vera alla staðni í senn í heiminum. Vit kunnu taka á okkum tann leiklut vit vilja, og skifta ham sum okkum lystir. Men fylgir menning og sál við? Tað er spurningurin.

Og frástøða hevur heldur ongan týdning. Men fylgja fatanarevni okkara við, førleikin veruliga at skilja ymiskleikan. Tað eru slíkir spurningar, sum eg komi at hugsa um, tá ið eg møti listaverkunum hjá Silju.

”Sama um eg tekni ella máli, so fari eg undir hvørt verkið, sum um eg geri eina samanklipta mynd: Eg seti frásagnir saman, har persónar og umhvørvi flættast á óskapiligan og løgnan hátt”

Millum annað soleiðis sigur Silja sjálv í samrøðu. Eisini henda samrøðan er stak áhugaverd, um ein vil víðka sín sjónarring – bæði til listaverkini hjá Silju, men eisini viðvíkjandi leiklutinum hjá listini yvirhøvur.

Bókin endar við hesum orðum hjá Silju, sum eisini skulu vera míni seinastu, nú henda summarframsýning verður ferniserað:

”Reglurnar sum mentan okkara prentar í okkum, fær okkum at vænta nakað ávíst – uttan at hugsa. Postmodernaðar frásagnir órógva ofta við vilja hesa eintáttaðu fatanina av veruleikanum og peika harvið á eina møguliga endurskoðan av reglunum í samfelagnum.

Soleiðis er andsøgnin í fiktiónini – andsøgnin í frásøgnini. Hugmyndin av, at ein lygn – nakað fiktivt – sigur okkum nakað satt um okkum sjálvi”.

Hvør sigur, at tað skal vera lætt. Svar uppá stórar tilveruspurningar má man ofta stríðast við – men stríðið verður nógv stuttligari og ríkari í einari samrøðu við góða list.

At enda vil eg, sum forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs, bera fram eina heilsu til tykkum báðar listakvinnur Steinunn Thórarinsdóttir og Silju Strøm og til Norðurlandahúsið og ynskja tykkum alla góða eydnu við framsýningini og við framtíðini.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs.