Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ótolandi fyri Ríkisfelagsskapin um danskar havnir verða stongdar fyri føroyskum skipum

John William Joensen

So avgjørdur er Føroya Løgmaður í dag eftir fund við danska Uttanríkisráðharran, Villy Søvndal, har hann yvir fyri donsku stjórnini hevur gjørt greitt at hann væntar at Danmark tekur áhugamálini hjá ríkinum fram um ES.

So avgjørdur er Føroya Løgmaður í dag eftir fund við danska Uttanríkisráðharran, Villy Søvndal, har hann yvir fyri donsku stjórnini hevur gjørt greitt at hann væntar at Danmark tekur áhugamálini hjá ríkinum fram um ES.

Landsstýrið hevur fingið skriv frá ES um revsitiltøk og í løtuni fyrireikar landsstýrið eitt svar. Løgmaður fekk í dag á fundi við danska uttanríkisráðharran at vita, at danska stjórnin í sínum samskifti við ES-nevndina roynir at forða fyri, at ES fer at seta tiltøk í verk ímóti Føroyum

Eg dugi væl at síggja at danska stjórnin er í einari sera truplari støðu í hesum málunum og eg veit at arbeitt verður frá danskari síðu at útseta ígildiskomuna av handilstiltøkum so langt sum gjørligt.

Men tá tað kemur til samráðingar millum Føroyar og ES um sild og makrel er tað Føroya Landsstýri sum situr við samráðingar borið og meðan vit tosað eru umboð fyri Fiskimálaráðið og Uttanríkistænastuna í London og kunna um okkara støðu í silda málinum. Landsstýrið arbeiðir á nógvum hermótum í løtuni, men vit fara ikki at slaka fyri ES uttan so at vit fáa eina nøktandi avtalu sum tænir føroyskum langtíðar áhugamálum.

Vit mugu minnast til at føroyingar hava sjálvir gjørt avtalur við ES um sild og makrel sum í veruleikanum hava forða fyri at vit hava fingið tað sum av røttum er okkara. Tað er hetta sum núsitandi samgonga hevur sett sær fyri at rætta og tí er tað við einari sera løgnari kenslu at lesa tað sum Hergeir Nielsen, fyrrverandi løgtingsformaður og Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður skriva í fjølmiðlunum, í vikuni, har teir í skørpum vendingum finnast at samgonguni. Tað var jú meðan hesir báðir høvdu politiska ávirkan at Føroyar undirskrivaðu avtalur um sild og makrel við ES har føroyingar góðtóku at verða við skerdan lut. Hesar avtalur hava kostað føroyska samfelagnum dýrt og tí vóru vit púra greið yvir at tað fór at verða trupult at fáa okkara mótpart at góðtaka tey krøv, sum ein samd politisk skipan í Føroyum nú stendur saman um.

Samdir um at tillaga ríkisfelagsskapin

Kaj Leo Jóhannesen, løgmaður, sigur at støðan sum føroyska samfelagið er í nú er ikki ókend.

ES hevur áður sett handilsbann í verk móti Føroyum og frá tíð til aðra hava hóttanir hingið í luftini. Í 1996 var støðan øvugt, tí tá heitti táverandi uttanríkisráðharrin í Danmark í brævið til Føroya Løgmann um ikki at steingja føroyskar havnir fyri donskum skipum.

Á fundinum í dag var eisini tosað um ríkisfelagsskapin og var danski uttanríkisráðharrin samdur við okkum um at neyðugt er at vit áhaldandi fremja neyðugar broytingar og tillagingar av ríkisfelagskapinum.

Føroyingar mugu hava størri sjálvstøðugan leiklut í uttanríkispolitikkinum, tí sum eg fyrr havi sagt so eru vit í veruleikanum ikki til á altjóða pallinum og tað má og skal broytast.

Setur Danmark handilstiltøk í verk móti Føroyum og stongir danskar havnir fyri føroyskum skipum er hetta ein støða sum er ótoland fyri ríkisfelagsskapin.

Tað ávirkan sum vit hava í ES er gjøgnum ríkisfelagsskapin og tí er einki alternativ til ríkisfelagsskapin, men hann skal alla tíðina tillagast og tíðin er komin til at Føroyar fáa ein størri sjávstøðugan leiklut á uttanríkis politiska pallinum.