Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkin eigur at vera kappingarfør

John William Joensen

Tað verður alt meiri umráðandi hjá vinnu, kommunalu myndugleikunum og almenninginum at standa saman fyri at fá vøksturin, sum nú er, at halda fram.

Tað verður alt meiri umráðandi hjá vinnu, kommunalu myndugleikunum og almenninginum at standa saman fyri at fá vøksturin, sum nú er, at halda fram.

Føroyska samfelagið er í dag eitt nógv meiri fjøltáttað land, enn um vit bara fara aftur um aldaskiftið. 

Fiskivinnan, sum føroyska uppruninntøkan verður bygd á, fær alt meiri avmarkaðan lut, og bert fáir tættir í vinnuni geva veruligan pening og avlop. Men hóast avlop í teimum trimum vinnunum, í  pelagiska vinnuni, Barentshavinum og alingini, har Klaksvíkin er væl umboðað, sær ikki út til, at pelagiska vinnan og Barentshavið veruliga torir at byggja nýggj før í bestu tíð, men keypa heldur nøkur ára gomul, sum tó eru nýmótans og í góðum standi.

Línuflotin fór úr 24 skipum í 2007 niður í 17 før í 2011. Við hesi reduktión av skipum gjørdust einir 100 skipsmenn beinleiðis arbeiðsleysir. Umframt hetta, so er línuflotin í miðal eini 40 ára gamal og treingir til útskifting. Manningarparturin  man neyvan liggja hægri enn einar 20túsund krónur um mánaðin, um ein er við allar túrarnar. 

Útróðurin, sum var álitið fyri ikki so mongum árum síðani, er dottin burtur í so at siga onki.  Men lívið og arbeiðságrýtnið gongur víðari.

Offshore og útbúgving

Hópur av Føroyingum við góðum og viðkomandi útbúgvingum fara talsterkir til Noregs at arbeiða. Føroyska offshore vinnan hevur tikið dik á seg, fleiri feløg eru við har,  og føroyska oljuvinnan er soleiðis tættari enn mangan verður hugsað.

Útbúgving er og verður eitt av  loysunnarorðunum frameftir. Tað vísir seg frá øðrum londum, at hevur tú ikki eina útbúgving, er torført at fáa starv. Eisini um ein ikki fær júst tað starvið ein er útbúgvin til, so er altíð lættari at fáa starv á øðrum øki.

Klaksvík væl fyri – men

Hóast  Klaksvík  seinastu árini  hevur havt eitt hitt minsta arbeiðsloysi í landinum,   týðiliga hækkandi skattainntøkur og fólkatalið samstundis er kvinkað uppeftir, so eru tekin í sól og mána, at neyðugt verður at víðkað um vavið í vinnu og í útbúgvingum, samstundis sum almennu stovnarnir verða varðveittir umframt nýggjar, hetta fyri at uppliva eitt minni viðbrekni í økinum.

Tað verður alt meiri umráðandi hjá vinnu, kommunalu myndugleikunum og almenninginum at standa saman fyri at fáa vøksturin, sum nú er, at halda fram. Hetta er ein bardagi.

Allar árar eiga nú at verða lagdar út við áhaldandi menning, at Klaksvík skal gerast uppaftur meiri kappingarfør og at eisini fyri vælútbúgvið fólk er ein tráan at flyta higar. Tá er umráðandi, at nakað er at flyta aftur til.

Neyðugt verður tí við einum tættari og dyggari samstarvi fyri at t.d. at varðveita góðu og grundleggjandi vinnurnar sum eru, og sum gevur Føroyum sum heild dynamikk,  halda arbeiðsloysið niðri, fáa fleiri viðkomandi útbúgvingar, halda uppá fleiri almennu stovnarnar, og halda býin á einum nýmótans støði. Soleiðis verður Klaksvíkin meiri kappingarfør og uppaftur fleiri flyta aftur higar.

Harleyfacadeacryl