Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í dag kemur risastóra ferðafólkaskipið QUEEN VICTORIA

John William Joensen

Skipari er Inger Klein Olsen úr Vestmanna og verður Queen Victoria á Klaksvík kl. 16.30. Skipið verður liggjandi til í morgin.

Skipari er Inger Klein Olsen úr Vestmanna og verður Queen Victoria á Klaksvík kl. 16.30. Skipið verður liggjandi til í morgin.

Sí video niðanfyri m.a. ein samrøða við Inger Klein Olsen.

Sí skrá fyri vitjanina – trýst her Handlar hava serlig tilboð

Kl. 10.00-23.00 Handlarnir hava opið, trýst her minst til at klippa lepan og fá serlig tilboð

Kl. 17.00-22.00 Innandura marknaður í Skálanum

Kl. 17.00-23.00 ABC Charity Café – Livandi tónleikur við Herborg Hansen kl. 21.30

Kl. 17.00-22.00 Kokkurin grillar lambskjøt – á Biskupsstøð

Kl. 16.00-23.00 Archies er opið: café, internet og Dugni

Kl. 19.00-20.00 Kom og fá lív í rørsluna: Gongu- og rennitúrur, upphiting við tónleiki verður á Biskupsstøð

Kl. 20.30-21.30 Livandi tónleikur í Spaniastovu v/ Jógvan Andrias Joensen & Hanus G Johansen

Kl. 20.00-21.00 Føroyskur dansur á tveimum støðum í býnum 

Spaniastova kl. 20.00 og Biskupsstøð kl. 20.30

Kl. 22.00-23.00 Livandi tónleikur á Biskupsstøð – túnadansur