Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aftur gott avrik móti Svøríki

Jákup Ósá

Føroyska landsliðið stríddist manniliga móti svium, men taðvar ikki nokk. Svøríki vann uppibornan 2-0 sigur.

 

Lars Olsen hevði framt heili seks broytingar til dystin ograðfesti hann úthvíldar leikarar, nú tætt var ímillum dystirnar. Eisini tí, atein sá seinasta heyst, at tað ikki eydnaðist væl at brúka sama lið við sotøttum dystum. Hetta skal landsliðsvenjarin hava rós fyri, tí tað vórustríðshugaðir leikarar, sum runnu og tuskaðu í samfullar 93 minuttir í kvøld.

 

Svøríki vann dystin 2-0 og samanumtikið vóru teir eisinibetra liðið. Kanska vóru tvey mál eisini á muni. Zlatan Imbrahimovic legðiSvøríki á odda eftir 35 minuttum eftir heldur tilvildarligt spæl. Einilinjuverjin hevði milt sagt ein sera vánaligan dag. Í fyrra hálvleiki hjálptihetta føroyingum, tí fleiri ferðir vóru sviar ikki rangstaddir, tá flaggið fórupp. Men í seinna hálvleiki gekk tað út yviri føroyingar, tá føroyingar bæði blivusnýttir fyri brotsspark og eina tangstøðu, har Símun Samuelsen hevði komið ígóða støðu. Føroyingar stríddust væl og seinasta hálva tíman byrjaðu teir guluat blíva ørkymlaðir. Granqvist sá púra rætt reytt kort og Zlatan Ibrahimovic áttifleiri ferðir at fingið kort, har hann einki fekk. Serliga Atli Gregersen, iðspældi sín besta dyst í longri tíð, dugdi væl at øsa svensku stjørnuna upp. Mensum so ofta áður, so eru sjáldan somu reglar galdandi fyri minnu tjóðirnar í slíkum dystum.

 

Stórt stig rætta vegin

Sum heild ein dystur, har føroyingar kunnu vera nøgdir viðnógvar partar av spælinum. Í verjupartinum sá tað betri út enn longi. Svøríkitykist passa væl til føroyska liðið, tí dystirnir móti Svøríki eru heilt klártteir báðir bestu dystirnir undir Lars Olsen. Frameftir vøllinum er tó lítiðhóttandi spæl at síggja, men tað kemst m.a. av, at verjuparturin verður raðfesturhægst. M.a. síggja vit verjuleikaran Pól Jóhannus Justinussen á vinstra vongi.Hann ger eitt sera gott arbeiði verjukent, men vil ongantíð koma at skapastórvegis frameftir. Næsti dysturin verður í Kasakstan í september og tí vartað gott fyri føroyskan landsliðsfótbólt, at enda við einum góðum avriki áðrennhendan langa steðgin.