Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tilmeldingin til Ung í Arbeiði 2013 er byrjað

Nordlysid

Um tú ert 14 ár 1. juli 2013 og ikki fyllir 17 ár í 2013, so kanst tú verða við í Ung í Arbeiði, sum verður í Klaksvíkar Kommunu í summar – tilmeldingarfreistin er 20. juni!!

Um tú ert 14 ár 1. juli 2013 og ikki fyllir 17 ár í 2013, so kanst tú verða við í Ung í Arbeiði, sum verður í Klaksvíkar Kommunu í summar – tilmeldingarfreistin er 20. juni!!
 
Tað er Húsið – Virkishúsið fyri Ung, sum aftur í ár, vegna kommununa, skipar fyri UNG Í ARBEIÐI.
 
Leiðarin, Jógvan Andrias Joensen, upplýsir, at freistin at melda seg til er 20. juni.
 
Fyri at koma við í skipanina skal eitt skrásetingarskjal útfyllast og sendast ella latast inn til Miðlan, sum er móttøkan í Býráðshúsinum. Eisini ber til at senda tilmeldingarskjalið til klaksvik@klaksvik.fo
 
Skrásetingarskjalið kann heintast á www.klaksvik.fo ella við at avheinta tað í Miðlan.
 
Seinasti tilmeldingardagur er hósdagin 20. juni millum kl 10 og 16.