Tey seinastu fýra árini hava inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu verið støðugt vaksandi. Seinasta uppgerðin av inntøkuskattinum fyri 2013, sum júst er send býráðslimunum vísir, nú árið nærum er hálvrunnið, at inntøkurnar verða knappar 8 mió. kr. meiri enn fíggjarætlanin leggur upp til.
Tíðindaskriv frá Fólkaflokkinum í Klaksvíkar Býráð
Tey seinastu fýra árini hava inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu verið støðugt vaksandi. Seinasta uppgerðin av inntøkuskattinum fyri 2013, sum júst er send býráðslimunum vísir, nú árið nærum er hálvrunnið, at inntøkurnar verða knappar 8 mió. kr. meiri enn fíggjarætlanin leggur upp til.
Ynskið hjá Fólkaflokkinum er, til eina og hvørja tíð, at inntøkur og vaksandi virksemi í kommununi skal koma einstaka borgaranum til góðar. Eftir nøkur ár við hækkandi inntøkum, tykist kommunubúskapurin nú at vera komin í javnvág. Í hesum sambandi mælir Fólkaflokkurin til, at borgararnir, sum í nógvum førum er ógvuliga sperdur, fáa tað meiri rúmsátt fíggjarliga.
Tá ið Fólkaflokkurin tók við leiðsluni í 2009, varð systkinaavsláttur innan barnaansingarøkið innførdur, sum var ein lætti til smábarnafamiljurnar. Henda avsláttur ynskja vit at styrkja. Eisini vilja vit, til komandi fíggjarætlan fyri 2014 arbeiða fyri, at barnafrádrátturin verður hækkaður. Hetta verður ein samhaldsfastur lætti, sum kemur øllum barnafamiljum tilgóðar.
Fólkaflokkurin fer at leggja fram uppskot, at skattaprosentið verður lækkað í komandi fíggjarætlan.
Við hesum átøkum: Styrkja systkinaavslátturin, hækka barnafrádráttin og lækka skattaprosentið verða meirinntøkurnar, ið eru met høgar, nýttar á ein samhaldsfastan hátt.
Klaksvík 13. juni 2013
Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráð
Gunvá við Keldu
Eyðstein Ó. Poulsen
Atli S. Justinussen
Herfrí J. Sørensen
Erling Petersen




