Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú verður lýst eftir starvsfólkum til nýggju Serstovuna

Nordlysid

– Arbeitt verður fram ímóti, at Serstovan í Barnahúsinum Margit letur upp 1. oktober, og í næstum verður lýst eftir starvsfólkum, upplýsir Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd.

– Arbeitt verður fram ímóti, at Serstovaní Barnahúsinum Margit letur upp 1. oktober, og í næstum verður lýst eftirstarvsfólkum, upplýsir Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd.

– Ein partur av fyrireikandi arbeiðnum er atfinna onnur, hóskandi hølir til Námsfrøðiligu Ráðgevingina (NR) og Sernám, ognú er ein loysn funnin, sum í løtuni verður gjørd klár, soleiðis at tey nakaðeftir summarfrítíðina kunnu byrja at flyta skrivstovurnar út úr BarnahúsinumMargit, so Serstovan kann flyta inn.

– Enn er upplatingardagurin ikki endaligaásettur, men eg kann siga somikið sum, at vit miða ímóti, at NR/Sernám flyta ínýggju hølini, og at Serstovan letur upp í Barnahúsinum Margit 1. oktober 2013,upplýsir formaðurin í Sosialu Nevnd býráðsins.

Serstovan verður sett á stovn við støði í § 5í Dagstovnalógini, har tað m.a. er ásett, at “børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni ogdagrøkt á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi”. Og víðarisigur sama lógargrein, at “til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður ognámsfrøðilig tilboð”.

– Í tilráðingini frá arbeiðsbólkinum,ið mælti til at seta á stovn Serstovuna, varð mælt til ikki at gera hana til ein einsamallan stovn, men heldur sum einpart av Barnahúsinum Margit, tí hetta gevur Serstovuni munandi fleirimøguleikar.

– Nú verður lýst eftir starvsfólkum, og umnakrar vikur verður neyvari greitt, nær Serstovan fer at lata upp, sigur JóhannLützen.