Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KIDS Athletics á Fossánesi

Treysti

Fyrrapartin í gjár var Treysti norðuri á Fossánesi og skipaði fyri KIDS Athletics, á vøllinum omanfyri skúlan har. Allir næmingar úr Skúlanum á Fossánesi luttóku, meðan lærararnir vóru dómarar og hjálparfólk.

Hóast tað sirmaði meðan leikur fór fram, so var veðrið sera gott, og var lagið avbera gott lag á øllum. Býtt var í seks lið við umleið átta næmingum á hvørjum. Tey sluppu øll at royna seg í renning, hekkurenning, kúlustoyti, spjótkasti, froskahoppi og sjipping, áðrenn endað varð við sonevndari Treystirenning, har allir næmingar runnu runt á vøllinum í 5 minuttir. Næmingarnir vóru sera raskir og kýttu seg ordiliga fyri at hjálpa sínum liði.
Aftaná var farið oman í skúlan, har okkurt leskandi var at fáa, og har fingu allir næmingar eisini handað luttókubræv frá Treysti. Øll vóru samd um, at hetta hevði verið eitt sera gott og stuttligt tiltak.