Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sámal Erik: Vit vóru betra liðið

Jákup Ósá

AB venjarin helt eftir dystin í Klaksvík, at AB var betra liðið.

AB heimasíðan hevur eina samrøðu við AB venjaran, ið vit endurgeva niðanfyri.


“Nú byrja vit at nærkast summartemperaturinum. Tað var fantastiskt, at tað koppaði okkara veg í dag”, sigur Sámal Erik Hentze aftaná javnleikin 1-1 ímóti KÍ í Klaksvík.

“Tað var ein ótrúlliga deiligur dystur, og allir 11 mans spældu til UG. Spell vit blivu til 10 mans, men vit máttu so bara umskipa okkum eitt sindur. Aftaná tað spældu allir 10 eisini til UG. Tað loysti seg at halda fokus. Teir lurtaðu og gjørdu, sum sagt varð, og soleiðis eydnaðist tað okkum at fáa stig. Tá er tað ein fragd at vera venjari”, sigur Sámal Erik.

“Vit vóru tað betra liðið, sjálvt um KÍ hevði bóltin meira. Vit vóru tolnir og hopaðu, at teir fóru longur aftur á vøllin. Harvið vóru færri áleyparar hjá teimum frammi, og vit kundu blíva farligari í álopinum, tí vit kundu fara longur fram á vøllin”, sigur Sámal Erik.

“Tað var keðiligt, at vit fingu 1 útvístan. Hóast tað, so høvdu vit fatur í longra endanum, og eg eri sera væl nøgdur við, at tað endaði, sum tað endaði. Stuttligt at Karstin Højgaard, sum bleiv skiftur inn, skoraði. Tað prógvar, at tað er ikki týdningarleyst hjá spælarunum at sita á beinkinum. Spælararnir skulu hava tann innstillingin, at teir skulu vera góðir nokk til at sita á beinkinum. Vit hava gott fólk á beinkinum, og vegurin er frá beinkinum og inn. Karstin prógvaði eisini í dag, at tað ber til at koma inn í dystin og so skora mál”, segði AB venjarin við AB heimasíðuna.