Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KRF góð úrslit á Sundalagsstevnuni

Jákup Ósá

Tað var ikki bara Klaksvíkingur, ið tók seg fram á Sundalagsstevnuni av bátunum hjá KRF.

Hjá barnaróðrinum hjá gentum vann Fípan Fagra frá KRF. Á Noråoyastevnu gjørdist hon nummar 2, men hesaferð vunnu klaksvíksgenturnar.

Úrslitið gjørdist:

Barnaróður gentur
1 Fípan Fagra 02:47.20
2 Spógvin 02:48.23
3 Jallurin 02:49.22
4 Títlingur 02:50.15
5 Firvaldur 02:54.03
6 Hulda 02:57.04
7 Beinta 02:58.07
8 Pílur 03:02.03
9 Falkur 03:11.16

Eisini dreingirnir hjá 5-mannaførum gjørdu framstig. Á Norðoyastevnu endaðu teir nummar 4, men hesaferð gjørdist Fípan Fagra nummar 2 í FM róðrinum.

Úrslitið gjørdist:

5 mannafør dreingir
1 Drekin 05:02.14
2 Fípan Fagra 05:03.17
3 Royndin Fríða 05:05.07
4 Jallurin 05:08.10
5 Blikur 05:12.21
6 Ternan 05:18.11
7 Sílið 05:38.13

Og so var tað Klaksvíkingurin, ið vann, ið vit hava skrivað um áður.

10 mannafør
1 Klaksvíkingur 09:25.19
2 Suðuroyingur 09:27.24
3 Havnarbáturin 09:29.09


Sostatt eru útlit fyri, at klaksvíkingar fáa eitt spennandi summar í kappróðrinum við trimum manningum, ið koma at stríðast um fremstu plássini.