Danska ”folkemødet” er júst av á Bornholm og tað eru óivað mangir føroyingar, sum hava borðið eyga við ”folkemødet”, sum jú hevur fylt heilt nógv í teimum donsku fjølmiðlunum. Bæði DR og TV2 hava fylgt tiltakinum við at senda beinleiðis av Bornholm.
Danska ”folkemødet” er júst av á Bornholm ogtað eru óivað mangir føroyingar, sum hava borðið eyga við ”folkemødet”, sum júhevur fylt heilt nógv í teimum donsku fjølmiðlunum. Bæði DR og TV2 hava fylgttiltakinum við at senda beinleiðis avBornholm.
Fyrireikingarnar til føroyska Fólkafundin 2013eru byrjaðar fyri tíð síðan, og eru væl í gongd. Arbeitt verður dúgliga við atmenna demokratiska festivalin í ár, soleiðis at røttu karmarnir eru tilstaðar fyriat besta samskiftið kann fáast í lag millum fólkið og feløg, stovnar ogflokkar.
Fleiri broytingar verða í ár samanborið viðseinasta ár. Størsta broytingin í mun til í fjør er, at Fólkafundurin 2013, allur sum hann er, verður undireinum taki. Á Fólkafundinum 2012 tóku fleiri feløg og flokkar av at leiga einaskúlastovu, sum var atskild frá høllini, har framsýningarbásarnir hildu til, mení ár verður hetta øðrvísi. Heldur enn at hava skúlastovur, eru fyrilestraøkirinni í hallunum, har øll feløg hava møguleika at skipa fyri tiltøkum, harfólkið er! Feløg og flokkar havamøguleika at skipa fyri so fáum ella so nógvum tiltøkum sum felagið megnar atskipa fyri.
Longu nú hava fleiri feløg og politiskirflokkar meldað seg til Fólkafundin 2013, og fyrireikararnir vænta ein betriluttøku í ár enn í fjør.
Fyri nærri kunning um fólkafundin, sum verðurí Klaksvík 20. og 21. September, ber til at fylgja Fólkafundinum 2013 áfacebook.com/folkafundurin




